Bíðirøðin í Kastrup burtur

Tað gekk óvæntað væl, tá nýggju ES-reglurnar um handviðføri hjá ferðandi við fløgførum komu í gildi mánadagin. Soleiðis var bíðitíðin ikki meira enn 10 minuttir, tá ferðafólk skuldu kekka inn. Ein av orsøkunum til hetta er góða fyrireikingin til nýggju reglurnar. Soleiðis starvast á leið 50 fólk eyka nú við diskarnar.