Bíðirøðin í Vestmanna verður leigað út

-Vit kunnu ikki gjalda fyri, at landinum nýtist eitt øki til bilarøðir í sambandi við ferjuleguna. Tískil ætla vit okkum at leiga økið út, og so mugu bilarnir burtur, sigur Gunn Joensen, bygdaráðsformaður í Vestmanna

John Johannessen


Seinastu árni hava bæði Leirvíkar- og Vestmanna kommuna gjørt vart við, at havnaútbyggingarnar í sambandi við ferjulegurnar hava tyngt fíggjarlógina hjá kommununum alt ov nógv. Men Landsýrið hevur ikki latið við seg koma, og nú er tolið uppi hjá Vestmanna Kommunu. Í Vestmanna hevur eitt samt bygdaráð samtykt at lýsa økið norðanfyri ferjuleguna til leigu.


Havnaútbygging

-Tá ið ferjulegan og økið kring hana vórðu bygd, fingu vit fígging, eins og talan var um eina havnaútbygging. Men veruleikin í dag er, at økið næstan bert verður nýtt í sambandi við almennan fólka- og farmaflutning. Sostatt tænir útbyggingin, ið vit hava rindað fyri, ikki Vestmanna kommunu, men tí almenna, sigur bygdaráðsformaðurin í Vestmanna, Gunn Joensen.


Vil ikki gjalda leigu

Gunn Joensen sigur, at Vestmanna Kommuna fleiri ferðir hevur heitt á Landsstýrið um at fáa goldna leigu fyri økið, men svarið, ið kommunan hevur fingið er bert, at Landstýrið skilir trupulleikan, men kann einki gera við hann. ?Tey siga, at um Vestmanna Kommuna fær leigu fyri økið, skapar hetta bert eitt fyridømi, ið ger, at fleiri kommunur fara at seta fram sama krav, sigur Gunn Joensen.

Spurd um hon heldur, at landið nú fer at rinda leigu fyri økið, so onnur ikki fara avstað við tí, svarar hon, at hon væntar einki av myndugleikunum, ið hava nýtt økið síðan 1990-91, uttan at rinda annað enn vanligt havnagjald.