Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út tríggjar bøkur

Tíðindaskriv

Barnabókina Í vøggustovu við Helenu eftir Maud Heinesen. Annika Lávík myndprýddi.

Helena býr í Danmørk. Omman var eitt summarið og vitjaði hana, og tá slapp hon við henni í vøggustovuna at síggja stovurnar, øll leikuni, børnini og konurnar, ið arbeiddu har. Í bókini eru vit við tvey ára gomlu Helenu í vøggu-stovuni, og gerandisdagurin har er ikki ólíkur okkara: Tey ganga túr, og onkur ansar ikki eftir. So spæla tey, og onkur fær karm, og á útferð uppliva tey okkurt spennandi.

Í vøggustovu við Helenu er 24 síður í litum og hevur stíva permu. Hon kostar kr. 90 í bókabúðunum. Hestprest stóð fyri prentgerðini.

Smábarnabókina Kom og spæl eftir Alix Wood og Jenny Fry.

Fitt, snotulig og stuttlig toybók til tey smæstu, tann fyrsta av sínum slag á føroyskum. Bókin er ætlað at stimbra tey smæstu: Hon er í bjørtum litum, okkurt skramlar, tá ið tú tekur í tað, og okkurt kann latast upp. Eisini er ein bamsa, fest í ein vogn vil silkibandi, og hana kanst tú spæla við og flyta frá síðu til síðu.

Kom og spæl er 10 polstraðar síður í litum. Hon er gjørd úr evni, sum ikki er skaðiligt, so barnið fær ikki mein, hóast tað bítur í hana. Og verður hon skitin, ber til at vaska hana í flógvum vatni. Bókin kostar kr. 90 í bókabúðunum.

Myndabókina Pippi heldur føðingardag eftir Astrid Lindgren. Folt Rettich myndprýddi og Turið Sigurðardóttir týddi úr svenskum.

Í hesum døgum nýtist ikki at koma við longum frágreiðingum um Pippi Langsokk, nú sjónleikurin um hana gongur fyri fullsettum sali í Sjónleikarhúsinum. Nærum hvar tú fert, kenna fólk Pippi, tí ongar aðrar barnabøkur hava vunnið slíka útbreiðslu sum bøkurnar um Pippi. Síðan tann fyrsta kom út í Svøríki í 1945, eru bøkurnar týddar til næstan 50 ymisk tungumál. Annars eru bøkurnar hjá Astrid Lindgren týddar til 76 ymisk tungumál og seldar í stívliga 80 milliónum eintøkum!

Í hesari myndabókini heldur Pippi føðingardagin hjá sær í Villingaváli. Hon bjóðar Tummasi og Anniku og tey eru sera fegin og spent. Tey hava eisini keypt Pippi eina føðingardagsgávu. Tey fáa nógv gott at eta og sjokolátu at drekka, og so fáa tey eisini gávur frá Pippi. Tá ið tey eru liðug at eta, fara tey at leita eftir spøkilsum uppi á loftinum. Hetta dáma Tummasi og Anniku sera illa, og tey eru eitt sindur bangin. Men Pippi er sterk, so spøkilsini ræðast hana. Eftir ein góðan og langan føðingardag fara Tummas og Annika til hús.

Pippi heldur føðingardag er 26 síður, innbundin í stíva permu. Hestprent stóð fyri prentgerðini og bókin kostar kr. 90 í bókabúðunum.