Bókahátíðin

Jólatíðin er bókahátíð. Óteljandi bøkur verða givnar út , og vit keypa og lesa bøkur sum onga aðra ársins tið. Her peika vit á nakrar góðar bøkur, tú kanst lesa ella geva í gávu í desember

Eitt skendskt morð verður framt
Líkið av eini ungari kvinnu verður funnið uppi við Oyggjarvegin. Ungi løgreglumaðurin Einar Meyer verður settur á málið og skal saman við ríkisløgregluni leita eftir einum ísakøldum psykopati. Páll Nolsøe hevur skrivað spenningssøgu, sum gongur fyri seg í heimligum umhvørvi.
Páll Nolsøe: Brot

Alt av kærleika
Dagny Joensen hevur vitjað fýra føroyskar kvinnur, sum blaðungar fóru av landinum við amerikanskum monnum, sum vóru komnir til Føroya at arbeiða í Mjørkadali. Kvinnurnar greiða frá sínum lívi í USA, og hvussu tað var at rýma frá øllum tí heimliga og kenda og finna seg til rættis í nýggjum landi og skapa eina tilveru har.
Dagny Joensen: Alt av kærleika

Trolarin, ið sakk
Í 1972 sakk trolarin Sundaberg í Ný Foundlandi. Birgir Waag Høgnesen hevur tosað við menn, sum vóru við hendan túrin, og teir greiða í bókini ”Tá Sundaberg sakk” frá tilburðinum. Hevur tú áhuga fyri skipum og fiskiskap, er hetta ein uppløgd bók til jólini.
Birgir Waag Høgnesen: Tá Sundaberg sakk

Søgan um brøðurnar
Brøðrarørslan hevur eitt serligt pláss í føroyskari søgu. Hon kom til landið síðst í 19. øld og brúkti ymsar partar av føroyskari mentan, serliga málið, til at evangelisera. Í Føroyum er hægsta tal av brøðrum í heiminum, og viðfevnda luttøkan hjá rørsluni í almennum og mentanarligum viðurskiftum er uttan líka aðrastaðni. Tórður Jóansson hevur granskað søguna hjá brøðrarørsluni, sum nú kann lesast í bók.
Tórður Jóansson: Brøður í Føroyum

Eg eri næstur
Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað 53 yrkingar, sum er smáir løgasteinar, sum gingið verður eftir – summir hálir, summir ikki. Oddfríður hevur skrivað yrkingar og stuttsøgur og hevur verið við til at ritstjórna skaldskapartíðarritinum Vencili.
Oddfríður Marni Rasmussen: Eg eri næstur

Lætt og leskiligt
Enn ein bók í røðini ”Lætt og leskiligt” er nú komin út. Hesaferð eru 84 heilsugóðar og leskiligar uppskriftir í bókini. Høvundarnir hava raðfest, at uppskriftirnar er fjølbroyttar, sunnar og lættar at gera, og tær hava fingið íblástur úr útheiminum til uppskriftirnar.
Jóhanna á Tjaldrafløtti & Elisabeth Akursmørk: Lætt og leskiligt 4

3 gullkorn um dagin
Óli Breckmann hevur savnað klók orð í eini bók, hann kallar ”3 gullkorn um dagin”. Bókin er sett upp við trimum sitatum til hvønn dag. Kendir politikarar, vinnulívsfólk, listafólk, rithøvundar og onnur verða endurgivin í bókini, sum kann seta tankarnar í gongd.
Óli Breckmann: 3 gullkorn um dagin

Skemtitekningar hjá Óla P
Óli Petersen hevur í 25 ár teknað skemitekningar til baksíðuna á Sosialinum, og á hvørjum ári hevur Sosialurin savnað hesar tekningar í bók, sum er givin út ímóti ársenda. Tekningarnar eru eitt slag av viðmerkingum til árið, ið fór.
Óli P: Skemt 2013

Poetisk mynd av at eldast
Ein kvinna mitt í trýssunum stendur millum lítla ommubarnið og gomlu mammuna. Frásøgukonan í søguni ”Hinumegin er mars” missir spakuliga mammuna, sum fær heilabløðing, verður dement og fjarar burtur. Men hon missir ikki bara mammuna, hon sær eisini sína egnu ellisframtíð. Tveir veruleikar, sum tey fæstu vilja ella duga at seta orð á. Nýggj føroysk skaldsøga.
Sólrun Michelsen: Hinumegin er mars