Bólkar fyri børn og ung frá familjum við rústrupulleikum

Eftir heystferiuna skipar "Øll hava rætt til góð barnaár", sum er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya, aftur fyri bólkum til børn og ung, ið vaksa upp í familjum við rústrupulleikum

– Bólkarnir eru ein stór hjálp fyri tey ungu og ein týdningarmikil liður í at arbeiða fyribyrgjandi, sigur Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya, ið hevur ábyrgd av tilboðnum 'Øll hava rætt til góð barnaár'.

Bólkarnir hava verið í fleiri ár, og nógv børn og ung hava luttikið. Seinasta hálvár vóru fimm bólkar við yvir 30 børnum og ungum tilsamans.

Tilboðið er ókeypis og er ætlað børnum og ungum í aldrinum 8-25 ár. Bólkarnir hittast aðruhvørja viku og verða deildir upp eftir aldri. Við serkønari hjálp og vegleiðing kunnu børnini og tey ungu í bólkinum tosa trygt við onnur, sum skilja teirra støðu.

Endamálið við bólkunum er millum annað at geva børnunum og teimum ungu møguleika til at uppliva, at tey ikki eru tey einastu, sum hava foreldur við rústrupulleikum, at tosa við onnur í líknandi støðu, um sínar kenslur og tankar, at skilja at tað ikki er teirra skuld, at foreldrini nýta rúsdrekka/rúsevnir, og tað ikki er teirra ábyrgd at fáa tey at gevast, at læra at seta mørk og ansa sær sjálvum, at fáa kunnleika um tað at vera bundin av rúsevnum, og at fáa eina fatan av, hvat tað er, sum hendir við foreldrum, ið eru bundin av rúsdrekka/rúsevnum og at veita hjálp til eitt meira sjálvstøðugt og nøktandi lív hjá barninum/tí unga, sum vegna rústrupulleikar hjá foreldrunum eru merkt og tyngd av teirra uppvøkstri, skrivar ‘Øll hava rætt til góð barnaár’.

 Afturmeldingar hava verið nógvar. Millum annað sigur ein 15 ára gomul genta soleiðis: “Pápi mín fór at drekka, tá ið eg var fødd, og tí havi eg altíð følt, at tað er mín skyld, at hann drekkur. Tá ið eg byrjaði í bólkinum, fann eg útav, at tað er ikki mín skyld”.

Ein 12 ára gomul genta sigur soleiðis: “At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað er ikki mín skyld, at mamma drekkur”.

Meira kann lesast um bólkarnar á heimasíðuni hjá Bláa Krossi Føroya.