Býráðið skal kunnast

Byggi-og býarsamskipanarnevndin hjá Tórshavnar býráð hevur viðgjørt mótmælisskrivið hjá íbúgvarunum í Torkilsgøtu. Seinni í dag skal skulu allir býráðslimir kunnast um málið

-Á fundi í Byggi- og býarnevndini varð avrátt, at vit eiga at kunna allar 13 býráðslimir um málið. Ætlanin er at hava ein sonevndan forfund til býráðsfundin hósdagin, sigur Heðin Mortensen, formaður í Byggi- og býarnevndini í Tórshavnar býráð.
Í farnu viku kom undan kavi í Sosialinum, at fleiri íbúgvarar í Torkilsgøtu í Hoyvíkshaganum ilskast á byggiætlanirnar hjá Tórshavnar býráð í Maritugøtu.
Ónøgd er um, at Tórshavnar býráð hevur ætlanir at byggja høg raðhús í Maritugøtu, sum koma at standa tætt at húsunum hjá íbúgvarunum í Torkilsgøtu.
Tá raðhúsini í Torksilsgøtu vórðu bygd fyri trimum árum síðan, varð noktað byggiharranun at byggi raðhúsini við eini reising á 45 stig, men kortini ætlar býráðið at byggja raðhús í Maritugøtu í tveimum fullum hæddum.
Í seinastu viku sendi Eigarafelagið í Torkilsgøtu mótmælisskriv til Tórshavnar býráð um byggingina í Maritugøtu. Á fundi í Byggi- og býarnevndini hjá Tórshavnar býrað varð mótmælisskrivið viðgjørt.

Eingin niðurstøða
Heðin Mortensen sigur, at á fundinum mánadagin varð kjakast um mótmælisskrivið, men enn er eingin niðurstøða gjørd í málinum.
-Vit hava fingið kunning í málinum og hava kannað innihaldið í mótmælisskrivinum, men eingin niðurstøða er gjørd enn, sigur Heðin Mortensen.