Bárður Nielsen nevndarformaður hjá størsta eigara í Føroya Banka

Bárður Nielsen, ið sum landsstýrismaður setti gongd á søluna av Føroya Banka, er nú nevndarformaður í sp/f Kvetti, sum er størsti einstaki partaeigari í bankanum Bjørn á Heygum, advokatur, sigur við Dimmalætting, at einki løgfrøðiliga er einki skeivt við, at Bárður Nielsen er vorðin nevndarformaður í spf. Kvetti.

Hinvegin setir hann spurnartekn við, um tað ikki er moralskt ósømiligt, at Bárður Nielsen tekur við sum nevndarformaður í Kvettinum, tí tað kann fáa fólk at spyrja, um landsstýrismaðurin hevði eina fjalda dagsskrá, tá ið hann seldi Føroya Banka.

Bárður Nielsen hevur ongar beteinkiligheitir við at taka við sum formaður í Kvettinum.

-Eg havi reint mjøl í posanum, sigur hann við Dimmalætting.