– So vit eru ikki so ójólalig kortini, sigur Solby A. Eliasen, programmleiðari í Kringvarpinum.
Hon viðgongur kortini, at tað var eitt sindur undarligt, at eingin jólakalendari var í morgun. Jólakalendarin, sum tey fara at senda, hevur 14 partar, og tí verða teir sendir hvønn gerandisdag frá 7. desember.
Annars fer sjónvarpið hjá Kringvarpinum at senda ein tíma hvørt kvøld til børnini. Hóast talan har eisini er um endursendingar, so munnu nógv gleða seg til at síggja Dólgarnar aftur, sum vórðu sendir fyri eini 20 árum síðani. Hin sendingin er Jólagøtan, sum var send fyri fýra árum síðani. Tann sendingin varð tikin upp úti á Reyni í Havn.