Búskaparráðið skal hava nýggjan formann

Djóni Højgaard hevur lagt formanssessin frá sær eftir at hann er farin í alment starv í miðfyrisitingini

Búskaparráðið skal hava nýggjan formann.

Djóni Højgaard, sum hevur verið formaður, hevur sagt formanssessin frá sær eftir hann er farin í nýtt starv.

Fráfarni formaðurin undirvísti á Glasi, men hevur nú tikikið við nýggjum starvi í fíggjarmálaráðnum.

-Tað sigur seg mestsum sjálvt, at skal eg røkja hetta starvið, so kann eg ikki sita, í Búskaparráðnum, sigur Djóni Højgaard.

Enn er ongin nýggjur formaður valdur til Búskaparráðið. Ester  Hansen og Sigurd Poulsen eru tey bæði, sum í løtuni manna ráðið