Síðani amerikanska Ford Motor Company keypti svensku bilverksmiðjuna Volvo, hevur Volvo ikki almannakunngjørt egnan roknskap, men sambært svenskum bløðum hevði Volvo sjey milliardir svenskar krónur í avlopi í 2001. Tað er ein milliard krónur meira enn árið fyri.
Volvo seldi í fjør næstan 420.000 bilar bilar fyri 130 milliardir svenskar krónur. USA er tann besti marknaðurin, og amerikanarar keyptu í fjør 123.000 Volvo-bilar. Næstbesti marknaðurin er tann svenski heimamarknaðurin, sum keypti umleið 57.000 bilar frá Volvo í fjør.
Tað góða úrslitið hjá Volvo kemur uttan iva Ford væl við, tí amerikanska felagið hevur havt stórar trupulleikar í seinastuni við halli og nógvum uppsagnum