Bústaðarviðurskifti hjá menningartarnaðum og øðrum við serligum tørvi í Føroyum ár 2000

Í vár handaði Javni Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskonu álit um bústaðarviðurskifti hjá brekaðum í Føroyum ár 2000.

Álitið var ikki eitt skot út í luftina! Men lýsti tørvin so greitt sum gjørligt á teimum ymsu økjunum runt í Føroyum.


Bráfeingis tørvur

Tað var Javni, ið tók stig til hesa kanning. Í arbeiðsbólkinum vóru umboð frá starvsfólka- og almannaøkjunum, kommum, og feløgum fyri brekað. Nágreinliga varð greitt frá hvør tørvurin var.

Sum tað mest átroðkandi varð víst á, at nú í ár 2000 er "bráfeingis" tørvurin umleið 20 - at fáa eitt stað at búgva. Hetta tí foreldrini eldast og ikki orka meiri. Næstu fimm árini eru 45 fólk afturat, vísir kanningin.

Tí kann tað ikki undra sørt, at júst sama landsstýriskona ósmæðin í SVF í farnu viku sigur frá, at hon vil seta 1. millión krónur av til kanning av, hvussu farast skal fram á økjinum fyri sálarliga brekað/sálarliga sjúk. Eina kanning, sum hon partvís hevur fingið ókeypis. Tað hevur altíð verið nært samstarv millum tey ymsu feløgini fyri brekað. Eisini menningartarnað kunnu blíva sálarliga sjúk. Tá ið nevndi arbeiðsbólkur fór til verka, varð eisini Sinnisbati spurt um tørv.Men hjá júst hesum felagnum var ringt at svara.


Søgan endurtekur seg

At fara í fjølmiðlarnar at viðgerða menniskjur sum ein hóp er óvirðiligt. Tað harmar tí eisini at hoyra søguna endurtikna av Helenu Dam á Neystabø, at nú kunnu kanska nøkur flytast yvir á Eirargarð.

Álvaratos hvar eru vit ídag?

Tá menningartarnað í síni tíð fluttu av Pensionatinum P 74 og út í smá sambýlir. Tá fluttu sálarliga brekað inn! Um tann einstaki ynksti tað, sigur søgan onki um. Nú fingu tey tað betri. Men var tað verdugt??

Hvar tey, ið eru sálarliga brekað og sjúk kunnu búgva vita best tey serkønu á hesum økjunum. Vit hoyrdu eisini í SVF, at læknin og formaðurin í Sinnisbata, hildu at best hevði verið, um hesi menniskju, ið landsstýriskonan hevði tosað um, fingu sín heimliga bústað aðrastaðni. Fingu møguleikan at flyta burtur frá hospitalsumhvørvinum. Tá fyrst kunnu vit tosa um virðuligheit.

Landssjúkrahúsið er ikki ætla sum ein bústaður.

Nei Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona eg haldi, at tíðin er komin, at tú nú kemur út til fólkið og spyr tey, hvat teimum tørva. Hvussu tey veikastu í samfelagnum ynskja tað, - og so fara til verka.

Verkætlanir alt gott um tær. Tær skulu eisini til. Men viðhvørt tikist, sum tað verður brúkt sum undanførðsla.

Hesaferð kann byrjast samtíðis.



Foreldur eru tolin

Um nevnda álit, ið landsstýriskonan fekk, hevur Javni onki hoyrt aftur.

So tá foreldur hoyra frá politikarum ár aftaná ár, at tey skilja væl okkara støðu, ja so er tað ótolandi fyri tey, ið hava vaksin børn, ið eru menningartarnað.

Hesi foreldur hava ikki gingið kravgongu. Hava ikki mótmælt.

Hava verið so tolin sum nakar. Og hvat skuldu tey annað. Tey fingu einki at velja í millum. Tey føldu seg gloymdan av politikarunum.

Í hesari bíðitíðini verða ofta ómenniskjaligar uppgávur lagdar á foreldur og onnur avvarandi, sum tí ofta verða fullkomiliga útslitin kroppsliga og sálarliga.


Hvørji ynski

hevur Javni

Javni ynskir, at tað almenna beinanvegin - setur størri fíggjarorku av, fyri at nøkta tørvin á bústøðum hjá menningartarnaðum og øðrum við serligum tørvi - og so heldur fram eisini tey komandi árini.

Gjógvin er blivin størri og størri sum frálíður. Hugburðurin sum menningartarnað, Javni, foreldrini og starvsfólkini hava, er so øðrvísi enn tann hugburðurin, ið politikkarar hava. Í meðan vit hava flutt okkum frameftir alla tíðina, tikist tað, sum politikkarnir standa í sama stað sum fyri 20 árum síðani. Men vit vilja nú eins og fólk í okkara grannalondum krevja at nakað munagott verður gjørt her á landi.


Ringu tíðirnar

eru farnar

Javni eins og øll onnur máttu góðtaka skerjingarnar, ið vóru, men tann tíðin er farin. Tey veikastu í samfelagnum eiga nú sín part.

At fáa tað tey ikki fingu í 90 unum.

Vit vilja øll yvirliva, vit ynskja eisini at okkara børn skulu fáa møguleikan at yvirliva. Og at liva í Føroyum.


Diana í Puntabyrgi,

form. í Javna