Bústaðir brúkt 300 milljónir krónur

Jørgen Niclassen, Fólkaflokkurin, vil hava at vita um landsstýriskvinnan við fíggjarmálum fer at loyva Bústøðum at taka stór lán

Málið um hvat Bústaðir skal gera, er vorðið politiskt.

Jørgen Niclassen, Fólkaflokkurin, heldur ikki, at Bústaðir arbeiðir serliga skilagott og hann tekur als ikki undir við, at Bústtaðir skal sleppa at útskriva lánsbrøv. Hetta er ikki rætt, tí tað fer at økja almennu skuldina í Føroyum.

í staðin eigur Bústaðir at umvekla ognir til pening at byggja fyri. At keypa bústaðarblokkar, sum longu eru bygdir, økir ikki um talið av íbúðum, segði Jørgen Niclassen, sum eisini vísti á, at Bústaðir hevur hópin av sethúsalánum, sum kunnu seljast peningastovnunum.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, svaraði, at Bústøðum er álagt at fáa nýggjar íbúðir til vega, so bústaðir eru til tey fólk, sum flyta til Føroyar.

- Ikki lova Bústøðum at taka lán. Tað hækkar skuyldina og vit vilja hava sskuldina niður, segði Jørgen Niclassen.

Landsstýriskvinnan helt, at tað ikki hóvar Jørgen Niclassen at Bústaðir eru til, men hetta er virðisskapandi, sum Bústtaðir ger og Bústaðir gera tað, sum ongin annar ger.