Bátafelag leigar posthús

Bátafelagið á Toftum hevur gjørt leigusáttmála við Hanus Lómstein um leigu av hølunum, har POSTA áður helt til á Toftum.

- Virksemið felagsins er bara økt ár um ár, eins og ognir felagsins eru fleiri og fleiri. Nevndin metti tí, at hetta tilboði nøktar tørv felagsins, og hølini liggja væl fyri í bygdini og eru lætt atkomilig. Leigusáttmálin letur upp fyri nýggjum møguleikum fyri felagið.

Tað heldur Bátafelagið á Toftum.

- Hóast økt virksemi og fleiri ognir, eru ov fáir limir í felagagnum, og skal bátafestivalurin og Bátafelagnum verða lív laga, mugu tað verða fleiri, sum kunna skipa fyri tiltøkum á Toftum.

Lagt verður aftrat, at aðalfundur felagsins stendur fyri durum, og tá er eisini møguleiki at tekna seg sum lim.