Mánakvøldið 29. juni klokkan 19.30 verður framløga í Tofta skúla av trimum uppskotum, sum Nes kommuna hevur útvegað til skipan av økinum kring bátahylin í Oyrunum á Toftum.
Uppskotini eru partur av tí hugskotsarbeiði, sum er í gongd til tess at skipa og víðka økið kring bátahylin.
Bygdarráðið í Nes kommuna hevur ynski um at menna økið við bátahylin á Toftum, soleiðis at tað gerst eitt savningarstað við miðstaðarøkið, og at rúm skal verða fyri ymsum virksemi í tilknýti til:
- bátar og útróður við tilhoyrandi skúrum og goymslum
- frítíðarvirksemi
- bátafelagið og bátastevnur
- ferðavinnu, so sum sølubúðir og veitingarstøð av ymsum slag
- íbúðir
Hetta skal skipast á tann hátt, at tað er innbjóðandi at vera í økinum bæði fyri tey, ið skipa fyri virksemi og fyri tey, sum luttaka í virkseminum ella gagnnýta tilboðini í økinum.
Til tess at fáa ymisk hugskot til eina ætlan fyri økið hevur Nes kommuna fingið til vega trý uppskot frá trimum arkitektum og ráðgevum. Talan er um fyritøkurnar Formo, SNA og FuglArk.
Á almennu framløguni mánakvøldið fara hesi trý virkini at leggja teirra uppskot fram. Umframt framløguna, verða fleiri tekningar í A1-formati vístar fram av teimum 3 uppskotunum.
Talan er ikki um eina kapping, men endamálið er at fáa ymisk uppskot, ið Nes kommuna kann nýta sum grundarlag fyri víðari arbeiði við skipan av økinum.
– Sum frálíður er hugsandi, at ein sersamtykt verður gjørd fyri økið, ið kann stýra bygging og virksemi í økinum, eins og Nes kommuna kann fremja grundleggjandi íløgur í tráð við samtyktina og soleiðis skapa fortreytir fyri komandi virksemi, sigur Nes Kommuna.