Innan Glyvur: Hjálpt verður nú upp á gamla vegin Innan Glyvur. Vegurin verður rættaður út, so tað slepst undan teimum flestu svingunum, sum har eru.
Av vegumsitingini hjá Landsverkfrøðinginum á Lambareiði verður sagt, at arbeiðið, sum nú er í gongd Innan Glyvur er slíkt, sum rópt verður størri ábøtur. Gamli vegurin verður breiðkaður, so hann verður fimm metrar breiður.
Tó er ikki talan um nakra nýgerð. Nýggjur vegur er ætlaður at liggja oman fyri bygdirnar Skála og Innan Glyvur. Hann verður ætlandi lagdur frá svinginum innanvert ítróttarhøllina á Skála og bundin í breiða vegin Inni á Byrgi, teir kalla, oman fyri Hulk.
Tað, sum nú verður gjørt Innan Glyvur er, at verandi vegur verður breiðkaður í báðum síðum. Tó ikki allan veg. Men einastaðni niðan fyri og aðrastaðni oman fyri, alt eftir hvar bugur er á. Soleiðis er ætlanin at fáa vegin beinan og samstundis sleppa undan at koma í kløtur við hús og annað, sum er á vegnum.
Sum sagt verður av Lambareiði, er hetta bara umvæling, tí eingin grund er at fara undir nakað stórarbeiði, nú nýggjur vegur skal gerast kortini.
Av vegaumsitingini á Lambareiði verður sagt, at vegastrekkið frá Glyvur inn á Skála er tað ringasta, sum er fram við Skálafjørðinum í dag. Og har treingir sanniliga til ábøtur, tí væl av tungari ferðslu er, umframt nógvu ferðsluni annars. Trý fiskavirki eru á Strondum, og har koyra dagliga stórir bilar til og frá.
Landsverkfrøðingurin hevur fingið eina millión krónur til arbeiðið í ár, og so verður roynt at fáa sum mest fyri hesa milliónina, verður sagt av Lambareiði.