Tað hevur alstóran týdning, at ábøtur sum skjótast verða gjørdar í Vága Floghavn. Annars er vandi fyri, at føroyingar gerast eftirbátar innan flogferðslu.
Soleiðis ljóða boðini frá Magna Arge, stjóra í Atlantsflog.
- Ongar ábøtur eru framdar á verandi undirstøðukervi til flúgving í eini 25 ár. Og kappingarførið viknar mótvegis øðrum tjóðum, sum støðugt hava gjørt íløgur í betri flogumstøður. Um vit ynskja at betra um regularitetin og at hækka trygdina, so hava vit ikki ráð til at bíða við ábótum. Hetta má og skal raðfestast ovast, sigur Magni Argi.
Rímiligt ynski
Magni Arge hevur onga avgjørda meining, tá ið tað snýr seg um framhaldandi tjakið um nýggjan flogvøll, ella eina eyka lendingarbreyt í Klovanum, tætt við verandi floghavn. Hann vísir á, at sum felag fer Atlantsflog altíð at virka undir teimum umstøðum og fortreytum, sum nú einaferð eru galdandi.
- Hetta merkir sostatt eisini, at vit gott kunnu virka, hóast ongar ábøtur verða framdar í Vága Floghavn. Men eg haldi ikki, at tað er órímiligt at ynskja sær ábøtur á føroyska undirstøðukervi til flogferðslu, tá ið havt verður í huga, hvussu stórar íløgur eru framdar í føroyska ferðslukervi sum heild hesi seinastu 25 árini, sigur Magni Arge.
Hann hevur áður víst á, at bæði trygd og regularitetur kunnu hækkast við at fremja íløgur í betri innflúgvingartól, nýmótans ljós og eina longri lendingarbreyt. Hesar íløgur eiga at verða framdar sum skjótast, so til ber at nýta fleiri ymisk sløg av flogførum - tyngri sum lættari - og at hesi kunnu lenda undir torførari veðurlíkindum enn í dag.
Skeivt at tengja saman
Magni Arge vísir eisini á, at jú støðugari arbeiðstreytir Atlantsflog hevur, tess lættari er tað hjá felagnum at gera álítandi framskrivingar, og síðani at fremja íløgur í tráð við hesar.
- Eg má bara vóna, at avgerðin um at leingja flogvøllin í Vágum stendur við, so vit kunnu koma víðari innan lutfalsliga stutta tíð. At man seinni møguliga tekur avgerð um at gera eina størri floghavn, tað er fínasta slag. Men ábøtur á verandi undirstøðukervi, sum eftir mínum tykki eiga at verða gjørdar sum skjótast, mugu ikki verða tengdar at, hvørvítt vit í Føroyum skulu hava ein nýggjan flogvøll ella ei, heldur Magni Arge.
Hann vísir á, at íløgur innan undirstøðukervi til flogferðslu sum oftast verða avskrivaðar yvir eitt langt áramál - kanska eini 50 ár - og at føroyingar fáa stórt gagn av verandi flogvølli, um ein nýggjur flogvøllur verður lagdur soleiðis, at veðurumstøðurnar kompensera hvønn annan..
- Sum felag fer Atlantsflog framhaldandi at virka undir teimum umstøðum, sum nú einaferð eru galdandi. Men sum føroyingur hevði eg ynskt, at viðurskiftini vóru betri, sigur Magni Arge.