B36 bjóðar eydnuni av

Tað var kanska munurin á toppi og botni, sum kom til sjóndar í Gundadali. Undir ongum umstøðum kann B36 ákærast fyri hepni í einum dysti, har teir áttu størra trýstið, men har EB/Streymur átti flestu málini

Fótbóltur

 

Seinasta málið teknaði kanska heildarmyndina. B36 satsaði í yvirtíðini, tá alt fólkið varð flutt fram í frísparksstøðu. EB/Streymur fekk bóltin útfrá og kontraði, men við eftir 40 metra spurt og framúrskarandi glíðandi tackling vann Róaldur Jacobsen bóltin av annars púrasta leysa Alex José dos Santos. Næsta trekkið var tó ikki heilt so framúrskarandi, tá Róaldur ov fikst misti bóltin til Levi Hanssen, og so tók tað bara EB/Streymi tvær sendingar at spæla Hans Paula Samuelsen blankan, so hann kundi negla seinasta naglan á kistulokið.

Frálíkar detaljur og gott fótbóltsspæl er nevnliga eingin trygd fyri at vinna ein fótbóltsdyst. Í øgiliga stóran mun er talan eisini um spæl, har tað hevur størstan týdning at minimera mistøkini, og hendan seinasta partin av spælinum dugdi EB/Streymur betur enn B36 mikukvøldið.

 

Lívlivur dystur

Talan var fyri tað nógva um frálíkan dyst, har bæði liðini vildu og royndu at spæla álopsfótbólt.

Á váta vøllinum, sum til tiðir hevði hug at arga málverjarnar, varð ferðin í løtum sett heilt nógv upp, men fyrstu trý korterini var tó sera sjáldan, at talan gjørdist um teir heilt opnu møguleikarnar.

EBS/treymur var kanska hvassari liðið fyrstu løtuna, men spakuliga vann B36 sær eina yvirvág, og tí var tað ein vátur vøttur at fáa, tá Egil á Bø fimm minuttir undan steðginum fluktaði hornasparksinnlegg upp undir handara tríkantin.

Arnbjørn Hansen misnýtti rimmar møguleika at økja til 2-0 beint undan steðginum, og tá Magnus Olsen stútaði innlegg í egið net bara hálvan annan minutt eftir steðgin, tóktist leyst og liðugt.

Men tað var tað nú langt ífrá. B36 noktaði at geva skarvin yvir, og longu minuttin eftir næsta málið hjá gestunum, vórðu fyrstu ávaringarskotini latin av. Ikki minst hevði Christian Restorff Mouritsen funnið sær skotstilvarnar fram, nú hann varð fluttur inn á miðvøllin. Í tveimum førum prógvaði René Tórgarð tó, at hansara frávera er ein av orsøkunum til óstøðugu gongdina hjá EB/Streymi í ár, og ta einu ferðina mátti verjuspælari bjarga á sjálvari málstrikuni.

Hóttanirnar trýstu EB/Streym í botn, og sæð burtur frá einum verjukiksi, sum Arnbjørn Hansen átti at gagnnýtt betur, var langt ímillum hóttanir frá teimum.

Trýstið frá B36 hevði hug at fjarða, tá innskifti Brima Koroma høgdi í netið, eftir at Bergur Midjord hevði stútað innlegg niður. Og so brendi av álvara aftur. Men hóast møguleikarnir vóru har, so neyvleikin ikki til staðar. Tvær ferðir afturat var heilt nær við, at ávíkavist Brima Koroma og Jákup á Borg gjørdust púrasta blankir, men marginalarnir vóru ikki við, og tað varð so staðfest í yvirtíðini.

 

Ólíka lagnur

Hjá EB/Streymi markeraði dysturin av álvar, at teir aftur hava kós móti Europa. Seinastu níggju dagarnir hava givið 12 stig, og eftir eitt meira enn trilvandi kappingarár, tykist endin nú kortini kunna gerast so hampuliga góður.

Hinvegin er vandi fyri, at endin verður alt annað enn góður hjá B36, sum meira enn nakað hevur verið óstøðugt. Til tíðir hevur liðið spælt framúrskarandi fótbólt, og partvíst var mikukvøldið eitt dømi um hetta. Men vakur fótbóltur hjálpir lítið, um neyðugu málini ikki verða skotin. Fyri framman bíða mest sum seks lagnudystir, har B36 fyrst vitjar hjá 07 Vesturi, áðrenn fimm tey ovastu liðini á stigatalvuni standa fyri tørni. Verður spælið tá tað sama, er ilt at ímynda sær, at Vodafone-deildin 2010 verður uttan B36, men hinvegin er kravið undir øllum umstøðum, at úrtøkan verður enn tað, sum var hesaferð.