B36 verður annað av liðunum, sum fer at stríðast um gullið í steypafinaluni hjá unglingum. Tað var greitt fyrrakvøldið, tá árstalsfelagið vann við einum máli móti ongum á HB. Neyðugt var við longdari leiktíð, áðrenn avgerðin fall. Sjúrður Thomassen gjørdist sigursharri, tá hann sendi bóltin framvið málverjanum úr góðari støðu.
Hin hálvfinalan millum NSÍ og EB/Streym, sum eftir ætlan skuldi spælast í gjár, er útsett til týsdagin 26. mai.