Tað gekk sum smurt, tá ið B36 í kvøld spældi venjingardyst á Amager ímóti AB Tårnby. B36 vann 4-1 eftir 2-1 leiðslu í steðginum.
Meistaravenjarin Eyðun Klakstein er væl nøgdur:
-Hetta var góður venjingardystur, og tað sást, at vit vóru stinnari enn mótstøðuliðið, sum spælir í fjórðu bestu donsku deildini. Vit spældu á graslíki, og fyrstu løtuna regnaði tað illa. Men so sleit í, og eg haldi, at vit leikliga fingu nógv burturúr. Vit vunnu 4-1 eftir 2-1 leiðslu í hálvleikinum, sigur Eyðun Klakstein.
Miðverjin Andrias Eriksen setti hol á eftir deyðbólt og eitt tvey samanspæl við Lukasz Cieslewicz, heimaliðið javnaði við beinleiðis frísparki, og Jógvan Skeel Nolsøe legði B36 framum aftur, eftir at Lukas Cieslwicz hevði spælt hann leysan.
-Vit skiftu nógv út eftir steðgin, og tað vóru tveir av innskiftu monnunum, sum skoraðu í seinna hálvleiki. Benjamin Heinsen økti við fínum fløtum skoti, og Sebastian Pingel staðfesti trivaliga sigurin, eftir at hann hevði sneitt framvið fleiri mótstøðumonnum, sigur Eyðun Klakstein.
B36 liðið var soleiðis mannað í kvøld: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias Eriksen, Robert Heðin Brockie, Gestur B. Dam – Róaldur Jaobsen, Lukasz Cieslewicz, Høgni Madsen – Hanus Thorleifsson, Jógvan Skeel Nolsøe, Alex Mellemgaard.
Eftir steðgin vardi Trygvi Askham málið. Benjamin Heinesen, Sebastian Pingel, Árni G. Nielsen, Pætur Petersen og Bjarni Petersen vórðu skiftir inn.