Meistararnir úr B36 hava á heimasíðu sínari boðað frá, at teir hava gjørt nýggjan sáttmála við tveir av ungu og evnaríku monnunum í hópinum.
Ingi Højsted varð í ár kosin sum ársins stjørnuskot í Formula-deildini, og einki er at ivast í, at hann er ein av teimum føroysku spælarunum, sum útlendsk feløg vísa ans.
Fyribils er talan so vorðin um nýggjan sáttmála við B36, men sum skilst, so er tó framvegis møguleiki fyri, at hann fer uttanlands, áðrenn nýtt kappingarár byrjar. Men verður hann í Føroyum, so verður tað altso í B36.
Eisini hevur árstalsfelagið í Havn gjørt nýggjan sáttmála við Berg Midjord. Bergur hevur seinasta hálva annað árið ment seg til at vera ein av týdningarmestu spælarunum á meistaraliðnum. Nakað sum eisini varð premierað í eini landsliðsúttøku til seinastu landsliðsferðina á árinum. Og tí fegnast leiðslan í felagnum eisini um, at tað hevur eydnast at fáa nýggjan sáttmála við spælaran.