Aðalfundur
Eitt ársúrslit upp á 354 tkr. eftir avskrivingar og eina eginogn, sum av álvara fer at tátta upp í 5 mió kr. Tað vóru bjørtu tølini, sum kassameistarin hjá B36 kundi leggja fyri aðalfundin, tá árstalsfelagið í Havn hevði aðalfund manakvøldið.
Tað er við tíðini vorðin at kalla fastur táttur, at árstalsfelagið í Havnini soleiðis leggur positivar ársroknskapir fram, og lítið er at ivast í, at hetta var nakað, sum hóvaði einum væl mannaðum aðalfundi.
Tríggir útlendingar ávegis
Ítróttarliga vísti formaðurin í felagnum, Kristian á Neystabø, á, at hóast B36 í fjør vann gull í steypakappingini og silvur í landskappingini, so vóru tað nógv, sum ikki vóru nøgd um hetta. Ikki minst tí B36 undan árinum varð mett at hava sterkasta hópin í landinum.
Men samstundis legði formaðurin dent á, at felagið ætlar sær ikki at miðja lægri enn tað sama í 2004. Sum vit áður hava skrivað her í blaðnum, so hevur felagið longu heilt fitt av tilgongd til leikarahópin, har Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni annars viga á tungu síðuni av frágongdini. Eisini hevur verið skrivað, at felagið framvegis arbeiðir við at styrkja um hópin, og hetta varð eisini staðfest á aðalfundinum.
Formaðurin segði, at felagið í løtuni hevur samband við leikarar í Íslandi og Danmark, og talan helst verður um ein áleypara, ein miðvallara og ein málverja, sum koma afturat hópinum. Áleyparin, sum talan er um, er eftir øllum at døma ein brasiliumaður, sum annars hevur roynt seg í íslendskum og norskum fótbólti. Málverjin er helst Henrik Bødker úr Lyngby, soleiðis sum vit nevndu tað í seinastu viku, meðan tað enn tykist óvist, hvør miðvallarin skal vera. Tað ljóðar, at talan her skal vera um ein brasiliumann, sum annars hevur roynt seg hjá danska Frem, men hetta varð so ikki váttað av formanninum.
Konstruktivur fundur
Sum heild var niðurstøðan eftir fundin, at talan hevði verið um ein av teimum heilt konstruktivu fundunum, og tó at fólk vóru ymisk á máli um, hvussu ymsu viðurskiftini í felagnum skulu greiðast, so vórðu teir tríggir nevndarlimirnir, sum stóðu fyri afturvalið, einmælt afturvaldir.
Ein broyting var tó í nevndini, tí Jan Nielsen, sum annars hevði eitt ár eftir av sínum skeiði, segði nevndarsessin frá sær, og í hansara stað varð Símun Midjord valdur.
Nevndin skipaði seg eftir fundin við Kristian á Neystabø sum formanni. Hinir nevndarlimirnir eru Jón Johansen, næstformaður, Kjartan Mohr, kassameistari, Hannis Egholm, skrivari og Símun Midjord. Tiltakslimir eru Judith Eysturoy og Maiken Poulsen.