B36 og HB draga frá

NSÍ tók seg við sigri í grannauppgerðini nærri europeiskum plássi

B36 og HB vunnu aftur í dag fulla úrtøku, og harvið er munurin millum tvey tey fremstu tann sami, sum hann leingi hevur verið. B36 liggur framvegis væl á kósini ímóti FM, og HB vinnur í hvussu so er silvurkrónurnar.

Í dag vann B36 2-0 á Skála, sum er næstniðast. Leingi var gongdin tann, at B36 var frammanfyri við einum máli, og harvið var tað ikki sørt tætt og spennandi. Skála spenti álopsbogan, sum 2. Hálvleikur leið, og tað var um reppið í fleiri støðum, at tað eydnaðist at javna. So staðfesti Lukasz Cieslewicz 2-0 sigurin.

HB vann trivaligan sigur við Margáir, har tað annars verður roknað torført at vinna. Úrslitið var 3-0. At HB beinanvegin skoraði tvey mál var avgerandi.

Í Sarpugerði legði AB seg framum 2-0. Víkingur bæði minkaði um munin og javnaði, og síðstu løtuna stríddist Víkingur fyri at skora sigursmálið. Tað eydnaðist ikki, og harvið varð úrslitið 2-2. AB er heilt leyst av vandanum fyri at flyta niður, og Víkingur er framvegis á bronsuplássinum. Nú eru silvurmerkini heilt langt burtur.

NSÍ var greitt omaná í grannauppgerðini í 1. hálvleiki. NSÍ var frammanfyri 3-0, og sum gongdin hevði verið, bendi alt á stórsigur. Eftir steðgin mentu toftamenn seg nógv, og teir høvdu møguleikar at skora fleiri mál. Teir skoraðu eitt, og harvið vann NSÍ 3-1. Úrslitið ber við sær, at NSÍ nú er tvey stig aftanfyri EB/Streym, sum er á fjórða plássi og harvið framvegis heldur um europeisku atgongumerkini.

Í Fuglafirði endaði tað 1-1 millum ÍF og KÍ. Einki bendir á, at hesi bæði liðini fara at megna at vinna sær atgongumerki at spæla í europeisku kappingini næsta summar.

19. umfar

ÍF-KÍ 1-1 (1-1)

1-0: Jógvan Isaksen 9.

1-1: Ndende Adama Guéye 34.

Víkingur-AB 2-2 (1-2)

0-1: Aleksandrs Cekulajevs 17.

0-2: Kári Nielsen 38.

1-2: Philip Djordjevic 45.

2-2: Heðin Hansen 80.

NSÍ-B68 3-1 (3-0)

1-0: Christian Høgni Jacobsen 4.

2-0: Magnus H. Olsen 6.

3-0: Christian Høgni Jacobsen 43.

3-1: Jóhan Dávur Højgaard 54.

EB/Streymur-HB 0-3 (0-2)

0-1: Poul Ingason 10.

0-2: Andrew av Fløtum 29.

0-3: Kristin R. Mouritsen 90.+2.

B36-Skála 2-0  (1-0)

1-0: sjálvmál 35.

2-0: Lukasz Cieslewicz 89.

Støðan

B36 46

HB 39

Víkingur 29

EB/Streymur 27

NSÍ 25

KÍ 23

ÍF 22

AB 21

Skála 12

B68 10

Víkingur og NSÍ hava spælt 18 dystir, og hini liðini hava spælt 19 dystir.

20. umfar

Mikudagin 20. august

Víkingur-KÍ

B68-EB/Streymur

Skála-NSÍ

HB-ÍF

AB-B36

LIðUGT

0-3

90.+2.) 0-3: Kristin R. Mouritsen

Eftir einmansavrik hevur Kristin R. Mouritsen økt um leiðsluna, tá ið hann setti bóltin í handara stólpa og í málið.

90) 0-2

Rói Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Høgna Madsen hjá EB/Streymi.

85) 0-2

Einki bendir á, at EB/Streymur skal megna at fáa úrtøku í dag. HB er á veg ímóti tryggum sigri.

73) 0-2

Tað er framvegis intensitetur við Margáir, men síðstu løtuna hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

Gunnar Zachariasen er farin av vøllinum, og Leif Niclasen er komin inn í EB/Streyma álopið.

Nú er tað nógvur vindur við Margáir.

65) 0-2

EB/Streymur roynir at leggja trýst á, og eftir hornaspørk hevur í fleiri støðum verið spenningur í HB brotsteiginum.

Arnar Dam er komin inn á EB/Streyma liðið í staðin fyri Jóhannes Hansen. Rógvi Egilstoft Nielsen er farin aftur á vinstra vongverja, og Arnar Dam er á miðvøllinum.

60) 0-2

Einki bendir í løtuni á, at EB/Streymur skal megna at venda gongdini. Bestu royndina fyrsta korterið eftir steðgin hevur Alex Santos havt. Við rimmar langskoti undan vindinum sendi hann bóltin ímóti málinum, har René Tórgarð var noyddur at stórbjarga.

54) 0-2

Pál Mohr Joensen er komin á vøllin í staðin fyri skadda Poul Ingason.

50) 0-2

EB/Streymur leggur fyrstu løtuna nógv fyri í royndini at minka um munin og harvið at fáa spenning í aftur. Jónas þór Næs hevur havt gott skot, men Teitur M. Gestsson vísti enn eina ferð, hvussu týdningarmikil hann er, tá ið hann bjargaði til horna.

46) 0-2

Teir somu eru aftur á vøllinum, sum vóru við, tá ið tað varð farið til hálvleik.

HÁLVLEIKUR

0-2

45) 0-2

Teir eru farnir at hvíla seg. HB kennist hava tak á støðuni, og spurningurin er nú, hvussu tað verður, tá ið EB/Streymur fer at hava vindin undan.

40) 0-2

EB/Streymur hevur umskipað. Marni Djurhuus er farin aftur í miðverjuna, og Høgni Madsen er fluttur fram á sentrala miðvøllin.

28) 0-2: Andrew av Fløtum 28.

Eftir fínt uppspæl í vinstru og framúr nevyt flatt innlegg frá Santos, var tað Andrew av Fløtum, sum stýrdi bóltin í málið.

25) 0-1

Jógvan Rói Davidsen hjá HB er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er komin Bartal Wardum inn á høgra vongverja.

Tað gongur javnt á.

10) 0-1

EB/Streymur er meiri á bóltinum, og tað hava verið nær við og næstan støður, men tað er bara HB, sum hevur skorað.

5) 0-1: Poul Ingason 5.

Í fyrstu rættiligu royndini ímóti EB/Streyma málinum hevur HB lagt seg framum. Eftir fína fríspæling úr høgru frá Andrew av Fløtum var tað Poul Ingason, sum setti bóltin í málið.

4) 0-0

Heimaliðið hevur víst tyngd og brodd. Tað var vandamikið eftir langt innkast frá Jónasi þór Næs, og Arnbjørn Hansen hevur havt gott langskot.

HB hevur eisini víst tenn, so tað borgar fyri góðum undirhaldi.

1)0-0

EB/Streymur hevur lotið undan í 1. hálvleiki, og í fyrsta álopi endaði tað við horna! 

Líkindini at spæla fótbólt í dag eru einki serlig. Tað regnar væl meiri, enn veðurmenninir hava sagt, at tað fór at gera seinnapartin, og høgættarlotið er rættiliga frískt.

EB/Streymur-HB kl. 15.00

Dómari: Dagfinn Forná

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Høgni Madsen, Gert Hansen, Jóhannes Hansen – Niels Pauli Danielsen, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen – Gunnar Zachariasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos – Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Poul Ingason

---

LIðUGT

2-0

90)  2-0: Lukasz Cieslewicz 90.

So eydnaðist tað hjá B36. Lawal spældi Lukasz, sum var púra leysur, og hann trillaði bóltin í málið.

Løtuna frammanundan spenti Skála álopsbogan, og í tveimum førum var tætt við, at Skála javnaði.

75) 1-0

B36 roynir at trýsta og harvið at økja um leiðsluna, men higartil er tað ikki eydnast ímóti Skála, sum framvegis leggur mesta dentin á at verja.

60) 1-0

Støðan er tann sama, og tað er framvegis B36, sum hevur bóltin mesta partin av tíðini. At munurin bara er eitt mál hevur við sær, at tað er ikki sørt av fjáltri á heimamonnunum.

HÁLVLEIKUR

1-0

45) 1-0

Síðani B36 legði seg framum við sjálvmáli, hevur Skála ikki verið í so nógvum vandamiklum skjótum álopum, sum gestirnir høvdu fyrsta hálva tíman.

35) 1-0: sjálvmál

Eftir flatt innlegg var Skála verjan óheppin at stýra bóltin í egið mál.

30) 0-0

B36 hevur bóltin meiri enn gestirnir, men skálamenn eru vandamiklir, tá ið teir fara í álop.

Heimaliðið roynir at vísa tol, og Lukasz Cieslewicz og Odmar Færø hava havt møguleikar.

Rasmus Dan Sørensen er komin inn í staðin fyri Hanus Thorleifsson hjá B36.

15) 0-0

Einki mál er komið í Gundadali, har toppliðið í B36 hevur vitjan av niðurflytingarhótta Skála.

Bestu royndina hevur Brian Jacobsen havt, tá ið hann úr 30 metrum smekkaði til. Tórður Thomsen bjargaði umvegis tvørtræið til horna. Eftir innleggið royndi Uni Jacobsen seg, men Tórður Thomsen stórbjargaði.

1) 0-0

Í staðin fyri burturstadda Klæmint Matras er Odmar Færø fluttur fram á sentralt miðvallarpláss, og Andrias Eriksen er í miðverjuni.

B36-Skála kl. 15.00

Dómari: Rúni Gaardbo

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andreas Eriksen, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Odmar Færø, Rógvi Poulsen – Hanus Thorleifsson, Adeshina Lawal, Rógvi Poulsen

Skála: Mark Ryutin – Holgar Durhuus, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Ólavur Mikkelsen, Edvin Jacobsen, Uni Jacobsen, Andras Frederiksberg, Jákup Johansen – Brian Jacobsen

----

LIðUGT

2-2

80) 2-2: Heðin Hansen 80.

Eftir sending frá Philip Djordjevic úr høgru hevur Heðin Hansen javnað fyri Víking. Heimaliðið drívur nú á fyri at skora sigursmálið.

78) 1-2

Nú hevur Víkingur misnýtt risa møguleika. Eftir innlegg úr høgru var miðvallarin Hallur Hansson púra blankur, tá ið hann royndi við høvdinum at stýra bóltin í málið, men tað total kiksaði.

AB vil hava brotsspark, men Páll Augustinussen tigur.

75) 1-2

Víkingur koyrir á, og tað kennist sum um, at argjamenn eru farnir at møðast.

60) 1-2

Víkingur spennir álopsbogan uppaftur meir, og nú er dagsskráin hjá AB at verja og rudda burtur.

55) 1-2:

Víkingur er nú greitt omaná, og í fleiri førum hava síðstu løtuna verið spentar støður frammanfyri málið hjá Heðini Stenberg.

50) 1-2

Ongar skiftingar síðani steðgin. Víkingur er meiri á bóltinum, men nú er tað sera torført at fáa orduligt spæl í lag. Veðrið argar nógv.

HÁLVLEIKUR 

1-2

45) 1-2: Philip Djordjevic 45.

Víkingur hevur minkað um munin. Philip Djordjevic rak í brotsteigin í høgru, smekkaði til og bólturin sat í netinum.

Harvið er spenningur undan 2. hálvleiki.

40) 0-2: Kári Nielsen 38.

Eftir álop í høgru og innlegg hevur miðvallarin Kári Nielsen við fløtum skoti sett bóltin í málið og harvið tvífalda AB leiðsluna.

Nøkur sekund undan málinum hevði Víkingur risa møguleika. Hanus Jacobsen var púra leysur frammanfyri AB málið, men hann misnýtti.

30) 0-1

Víkingur hevur framvegis bóltin størsta partin av tíðini, men AB er sera vandamikið í mótálopum, og bólturin hevur eina ferð verið á stólpanum aftanfyri Geza Turi.

17) 0-1: Aleksandrs Cekulajevs 16.

AB hevur lagt seg framum. Eftir skjótt uppspæl í høgru og innlegg frá Jógvan Skeel Nolsøe setti nýggi AB álopsspælarin bóltin í málið aftanfyri Geza Turi.

13) 0-0

Víkingur hevur bóltin nógv størsta partin av tíðini, meðan AB verjir og lúrir eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop. Onkur spent støða hevur verið í AB brotsteiginum.

5) 0-0

Høgættarlitið darvar spælinum, men nýggja Víkinga húsið tekur broddin av vindinum.

Víkingur-AB kl. 15.00

Dómari: Páll Augustinussen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Súni Olsen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Philip Djordjevic, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen – Andreas Lava Olsen, Finnur Justinussen

AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Andras B. Vágsheyg, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen – Jógvan Skeel Nolsøe, Hørður Mohr, Kári Nielsen, Jobin Drangastein, Sandri Færø – Aleksandr   

---

LIðUGT

3-1

75) 3-1

Tað er framvegis B68, sum pressar. Næst við at fáa mál vóru toftamenn, tá ið teir sendu bóltin í tvørtræið og niður á málstrikuna. NSÍ er ikki at kenna aftur frá fyrra hálvleiki, tá ið heimamenninir vóru greitt omaná.

60) 3-1

Tað er eitt hamskift B68 lið, sum hevur víst heilt øðrvísi avrik enn undan steðginum. Tað hevur verið tætt við í onkrum støðum, men enn er málmunurin 3-1. NSÍ hevur ilt við at fáa sama tak á spælinum, sum heimamenninir vístu í 1. hálvleiki.

55) 3-1: Jóhan Dávur Højgaard

Toftamenn eru væl bragdligari nú, enn teir vóru undan steðginum. Og tað hevur givið bonus. Eftir at bólturin varð sendur upp á tvørs, var tað miðvallarin Jóhan Dávur Højgaard, sum við fløtum skoti sendi bóltin dygst úti við stólparótina.

HÁLVLEIKUR

3-0

43) 3-0: Christian Høgni Jacobsen

So hevur Christian Høgni Jacobsen økt um leiðsluna til 3-0. Talan var um einmansavrik.

Løtuna undan málinum hevði B68 havt bóltin nógv, og toftamenn vóru eisini í onkrum góðum støðum, uttan at tað eydnaðist teimum at fáa mál.

6) 2-0: Magnus Olsen 5.

Tað gongur skjótt í Runavík. Nú hevur miðvallarin Magnus Olsen økt um heimaleiðsluna.

4) 1-0: Christian Høgni Jacobsen 3.

Eftir fríspæling frá Árna Frederiksberg hevur Christian Høgni Jacobsen sett hol á fyri heimaliðið.

NSÍ-B68 kl. 15.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Andy Olsen – Árni Frederiksberg, Haraldur R. Højgaard, Magnus H. Olsen, Jann Martin Mortensen - Klæmint A. Olsen, Christian Høgni Jacobsen

B68: Hans Jørgensen – Niklas Poulsen, Oddur Á. Højgaard, Ovi Brim, Mads Rosenberg – Hákun Edmundsson, Evrard Blé, Jóhan Dávur Højgaard, Jann Ingi Petersen, André Olsen – Jonleif Højgaard   

---

LIðUGT

1-1

75) 1-1

Fáir og smáir málmøguleikar og nógvur vindur og ikki nakað fótbóltsspæl í Fløtugerði.

60) 1-1

Ikki so nógvir málmøguleikar fyrsta korterið eftir steðgin, og spælið er ikki væl skipað. Vindurin argar heilt nógv.

HÁLVLEIKUR

1-1

35) 1-1: Ndende

Eftir langt innkast hevur miðvallarin Ndende við høvdinum sett bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen.

20) 1-0

KÍ hevur havt onkrar møguleikar, og eina ferð brast bólturin í tvørtræið aftanfyri Jákup Mikkelsen.

12) 1-0: Jógvan Isaksen

Eftir hornaspark frá vongverjanum í høgru Leivi Joensen og nakrar ferðir aftur og fram var tað miðverjin Jógvan Isaksen, sum setti bóltin í málið hjá barndómsfelagnum.

ÍF-KÍ kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Jógvan Isaksen, Áki Petersen - Kristoffur Jakobsen, Dánjal á Lakjuni, Bogi Reinert Petersen - Fritleif í Lambanum, Clayton Soares, Arnhold Kristiansen

KÍ: Meinhardt Joensen – Jóhan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Ísak Simonsen, Heðin á Lakjuni – Ndende Adama Guye, Henry Heinesen, Heðin Klakstein – Rodrigo, Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør