Víkingur og B36 fáa eina aðalroynd til stórsteypadystin komandi leygarkvøld, tí liðini hava vunnið seg í finaluna í Klaksvíkskappingini.
Fyrr í dag vann Víkingur 4-2 á KÍ, og fyri løtu síðani vann B36 2-1 á NSÍ.
B36 var á odda 2-0 í steðginum.Jógvan Skeel Nolsøe legði B36 á odda, tá 21 munuttir vóru farnir. Í 31. minutti økti Róaldur Jakobsen við einum brotssparki. Heilt imóti dystarenda minkaði Petur Knudsen um munin til 2-1.
Klokkan 13 í morgin spæla NSÍ og KÍ um triðja plássið, og klokkan 15.30 spæla Víkingur og B36 finaluna í klaksvíkskappingini.
NSÍ-B36 1-2 (0-2)
0-1 Jógvan Skeel Nolsøe (21.)
0-2 Róaldur Jakobsen (31.)
1-2 Petur Knudsen (89.)