B36 fer í ár at selja troyggjurnar hjá FM vinnandi liðnum til hægst bjóðandi. Pengarnir verða javnt deildir millum átakið, “Í menniskjum góður tokki”, og ungdómsdeildina hjá B36. Árstalsfelagið vann í ár FM og talan er um orginalu troyggjurnar, sum spælararnir hava spælt í í ár.
Uppboðsølan heldur fram til í morgin(fríggjadagin). Fyri at bjóða upp á eina troyggju skalt tú senda sms ella ringja til 214453, ella senda boð til [email protected]. Viðmerkjast skal, hvørja blusu ein bjóðar uppá. Navn, bústaður og telefonnummar hjá viðkomandi, sum bjóðar, skal viðmerkjast.
Á heimasíðuni hjá B36 ber til at fylgja við uppboðsøluni.
Í skrivandi løtu eru boðini hesi: (Øll tøl eru í krónum - B36 heimasíðan www.b36.fo uppdaterar boðini, so hvørt tey koma inn)
1. Tórður Thomsen 1.000
2. Andrias H. Eriksen 1.000
3. Símun Joensen 1.000
4. Karl Martin E. Danielsen 700
5. Odmar Færø 500
6. Eli F. Nielsen 500
7. Árni G. Nielsen 500
8. Hørður Askham 1.000
9. Jákup á Borg 3.000
10. Róaldur Jakobsen 3.000
11. Lukasz Cieslewicz 3.000
14. Heini í Skorini 1.000
16. Rógvi Poulsen 500
17. Alex Mellemgaard 2.000
18. Benjamin Heinesen 500
20. Høgni Eysturoy 1.300
22. Klæmint Matras 4.000
23. Rasmus Dan Sørensen 1.000
24. Hanus Thorleifsson 1.000
25. Trúgvi Askham 500