B36 situr við kleyvar frúgv

Fótbóltur: VB brendi brotsspark við støðuni 2-1, men B36 skuldi havt avgjørt alt langt frammanundan

Tað eru átta ár síðani B36 seinast var í føroysku steypafinaluni, men eftir 3-1 sigurin á VB í fyrru hálvfinaluni Kristi Himmalferðardag, er einki at siga til, at vónirnar hjá miðlinginum í Gundadali eru góðar.

Tað var ikki so óvæntað, at B36 vann á VB, men teir kunnu kenna seg eitt sindur hepnar, tí triðja málið, sum kann fáa sera stóran týdning, tá samanumkemur, kom ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, og so hevði VB enntá misnýtt eitt brotsspark. Støðan var 2-1, tá Janus Kjærbo úr 11 metrum sendi bóltin á stongina, og hevði VB tá komið upp á 2-2, hevði alt verið opið.

Tað er tað fyri sovítt framvegis, men tað verður neyvan lætt hjá vágbingum at vinna við tveimum málum móti B36 í Vági, har havnarliðið sjáldan tapir.

B36 var altso eitt sindur heppið móti endanum, men tá tað er sagt, kann leggjast afturat, at teir svørtu og hvítu sjálvir kundu havt avgjørt dystin til egnan fyrimun langt frammanundan, tí heimaliðið vassaði í kjansum, men teir vóru alt, alt ov sløsutir frammanfyri málinum. Í fjør hevði B36 besta álopið í landinum, og tað hava teir kanska enn, men effektiviteturin var syndarligur hesaferð.

Spælið gekk væl fram eftir vøllinum, serliga í fyrra hálvleiki, tá Øssur Hansen veruliga vísti, at hann er góður fongur hjá B36, men tá tað so skuldi skorast, lá ikki serliga væl fyri.


Innlegg og mál

Heimaliðið vann fyrra hálvleik 2-0. Í báðum førum var tað Jákup á Borg, sum legði upp. Fyrru ferð, tá eitt korter var spælt. Toppskjúttin frá í fjør, sum hevur verið miðvallari í flestu av dystunum í ár, sendi hart og flatt innfyri úr høgru síðu. Bjarni Johansen kláraði ikki at halda bóltinum, og so var Carl Høgnesen á honum og trokaði hann inn.

Tað bleiv 2-0 tíggju minuttir seinni, tá innleggið frá Jákupi, sum hesaferð kom úr vinstru, endaði á høvdinum hjá John Petersen, sum stóð óvardur inni undir VB-málinum.

B36 var klárt betra liðið í fyrra hálvleiki, og við meira nærlagni og hepni kundi leiðslan verið størri, tá teir fyrstu 45 minuttirnir vóru spældir.


VB trýsti í botn

Seinni hálvleikur bleiv øðrvísi. VB-ararnir, sum vistu, at teir máttu fáa mál, tordu betur, teir funnu hvønnannan betur, og tá eitt korter var farið av seinna umfarinum, minkaðu teir til 1-2, tá John Eystberg royndi seg úr eitt sindur spískum vinkli úr høgru. Skotið sat niðri í málhorninum, og VB var við aftur.

Vágbingar vóru betri meginpartin av seinna hálvleiki, og stutt seinni fingu teir gyltan møguleika at koma upp á javnleik.

VB trýsti langt frammi, og verjuleikararnir hjá B36 fingu sjáldan frið. Nýggi B36-málverjin Janos Timar, sum tíðliga í seinna hálvleiki hevði havt eina kanónbjarging mann móti manni, var ov seinur at sleppa av við bóltin eftir afturlegging. Hann royndi at krússa, men misti bóltin, og knappliga vóru tveir VB-arar púra leysir. Ungarski málverjin feldi annan, og so var brotsspark og reytt kort til Timar.

Øssur Hansen, sum serliga í fyrra hálvleiki gjørdi vart við seg við nøkrum sera naskum innleggum, varð tikin út, og nýggi verturin hjá Atlantic Radio, Tróndur Vatnhamar, kom inn. Janus Kjærbo sendi útvarpsvertin annan vegin og bóltin hinvegin, men tíverri fyri VB rakti bólturin á stólparótina og endaði síðani úti til hornaspark?


Málið, ið taldi mest

Eftir hetta kom VB sjáldan til nakran møguleika aftur, og B36 fekk síðsta orðið í seinastu minuttunum, tá Bjarni Johansen feldi John Petersen. Tað fekk VB-málverjin »bert« gula kortið fyri og slapp sostatt lættari enn starvsfelagin hjá honum í hinum endanum.

Jákup á Borg var tryggur úr 11 metrum, og málið til 3-1 var júst tað, sum B36 hevði brúk fyri áðrenn teir tann 24. mai fara til Vágs at verja úrslitið.

Teir vóru hepnir í seinna hálvleiki, men tað skuldi ikki verið neyðugt hjá teimum at havt hepnið við sær, tí teir kundu avgjørt dystin langt frammanundan.

Sum heild var B36 rætti vinnarin ? trupulleikin er fyrst og fremst, at teir ikki eru nóg nærlagdir frammanfyri málinum.

VB spældi nógv betur í seinna hálvleiki enn í fyrra, tá teir vóru ov varnir. Høvdu teir komið upp á 2-2, høvdu teir havt betru kortini á hondini undan seinnu hálvfinaluni. Men nú hevur B36 so allar møguleikar fyri at tryggja sær finalupláss fyri fyrstu ferð síðani 1991.


B36-VB3-1 (2-0)

1-0: Carl H. Høgnesen 14

2-0: John Petersen 25

2-1: John Eystberg 60

3-1: Jákup á Borg 89 br.

B36: Janos Timar ? Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen, liðskipari ? Jákup á Borg, Jan Guttesen, Tomislav Sivic (Ronnie Samuelsen, 55), Ninoslav Milankovic, Øssur Hansen (Tróndur Vatnhamar, 68) ? Carl H. Høgnesen (Dánjal Petur Johansen, 63), John Petersen

Gult kort: Ronnie Samuelsen 78, Jákup á Borg 80

Reytt kort: Janos Timar 67

VB: Bjarni Johansen ? Marner Richardt (John Eystberg, 29), Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, liðskipari, Elian Hansen ? Palli Augustinussen (Petur Óli Samuelsen, 65), Hans Pauli Dahl, Tórður Holm, Milan Culjic ? Krzystof Popczynski, Jón Pauli Olsen

Gult kort: Janus Kjærbo 41, Eyðun Jacobsen 42, Bjarni Johansen 88

Dómari: Kim Ejdesgaard (Fram)