B68 er flutt upp

FC Suðuroy tapti í dag 2-1 við Margáir ímóti EB/Streymi

Toppliðið í 1. deild, B68, er á veg til Klaksvíkar, har fyrsta bríkslið ímóti teimum næstbestu hjá KÍ verður klokkan 17.

Longu undan dystarbyrjan er tað greitt, at toftamenn  næsta ár fara at spæla í bestu deildini. B68 var undan hesum umfarinum sjey stig frammanfyri FC Suðuroy, sum saman við Skála hevur kappast við B68 um tey bæði plássini, ið bera uppflyting við sær.

Tíðliga seinnapartin spældi FC Suðuroy á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Úrslitið var, at heimaliðið við Margáir vann 2-1. Harvið er tað greitt, at FC Suðuroy ikki kann fáa B68 aftur. FC Suðuroy hevur tveir dystir eftir at spæla, og fjarstøðan fram til oddasessin er sjey stig.

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur. Í 65. minutti legði Árni G. Olsen EB/Streym framum. Sjey minuttir seinni javnaði Jón Krosslá Poulsen til 1-1, men EB/Streymur svaraði skjótt aftur, tí longu fýra minuttir eftir, at FC Suðuroy hevði javnað, var Árni G. Olsen aftur upp á spæl, tá hann skoraði sigursmálið.

Tá ið tað restaðu 12 minuttir var málskjúttin hjá FC Suðuroy, Jón Krosslá, vístur av vøllinum.

At B68 er tryggjað uppflyting ber við sær, at tað nú eru Skála og FC Suðuroy, sum kappast um seinna uppflytingarplássið. Skála hevur 42 stig fyri 24 dystir, og FC Suðuroy hevur 40 stig fyri 25 dystir. B68 hevur 47 stig fyri 24 dystir.

Í morgin fara skálamenn til Sands at spæla.

Longu undir upphitingini undan dystinum í Klaksvík klokkan 17 í dag kunnu B68 viðhaldsfólkini fagna sínum spælarum, sum hava vunnið sær rættin til í 2014 at spæla í EFFO deildini. Í hesum umfarinum hevur B68 verið eitt ár í næstbestu deildini.