INTERTOTO
Klokkan seks í kvøld fer fyrsta føroyska felagið í europeiska eldin á hesum sinni. Talan er um B68, sum skal spæla á útivølli ímóti St. Gallen í Sveis. Talan er um fótbóltsflaggskipið í býnum St. Gallen, sum liggur í landnyrðingshorninum av Sveis ? ikki so langt frá Liktinstein, Eysturríki og Týskalandi. Íbúgvaratalið er 71 túsund ella fleiri enn seksti ferðir so nógv, sum tað gera í Nes kommunu!
B68 ferðalagið fór av landinum fyrrapartin mikudagin, og teir verða aftur í Føroyum sunnudagin.
Luturin hjá føroyskum feløgum í altjóða fótbólti hevur sum oftast verið ast stríðast ímóti liðum, sum eru væl betri fyri enn føroyingarnir. Hóast Sveis ikki verður roknað millum europeisku stórtjóðirnar í fótbólti ? eitt nú eru teir ikki við í HM endaspælinum hesa ferð ? so verður talan um ivaleysa stórt stríð hjá B68.
Í kappingarárinum, sum var liðugt fyri góðum mánað síðani, endaði St. Gallen á sætta plássi. Nú hava teir fyrireikað seg í meiri enn tvær vikur til nýggja kappingarárið. Í felagnum eru ikki færri enn tíggju útlendingar. Sum á Toftum, so hava teir í Sveis tríggjar brasiliumenn í hópinum. Ein av St. Gallen spælarunum hevur júst luttikið í HM endaspælinum. Tað er miðvallarin Tebeho Mokoena úr Suðurafrika. Tað er kortini ivasamt, um hann verður við ímóti B68 í kvøld.
Tá vit høvdu samband við Frank Skytte, dugdi hann ikki at siga okkum, hvussu sveisiska liðið verður mannað:
? Ofta brúka venjarar hesa kappingina at gera royndir í, áðrenn tað verður farið undir eitt nýtt kappingarár. Eg rokni bara við, at teir ikki rokna okkum fyri nakað serligt, og at teir tískil fara at geva fleiri óroyndum monnum møguleikan. Tað eigur at verða okkara møguleiki.
Hava tit nakran møguleika?
? Teir eru sjálvandi stórfavorittar, og vit skulu ikki rokna við at fáa nógvar málmøguleikar. Men vit fara at gera okkara besta. Vit taka hetta sum eina eyka avbjóðing, og tað er sjálvandi eitt upplivilsi hjá spælarunum at sleppa út um landoddarnar í Føroyum at royna seg.
Frank Skytte er royndur venjari, men hetta er fyrsta ferðin, at hann hevur ábyrgdina av einum liði í europeiskari kapping. Eina ferð hevur hann roynt seg sum spælari í Europa Cup:
? Tað var eftir, at vit í Fremad Amager í 1972 høvdu tapt steypafinaluna ímóti Vejle. Teir vunnu eisini meistaraskapin, og so komu vit upp í part í Europa Cup fyri steypavinnarar. Vit spældu ímóti einum albanskum liði. Í Sundby Idrætspark var úrslitið 1?1, og í Albania var málleyst. Tí vórðu vit sendir úr kappingini uttan at hava tapt. Í felagnum erpa teir sær framvegis av, at teir eru einasta danska felagið, sum hevur luttikið í Europa Cup, og sum ikki hevur tapt!
Frank Skytte heldur, at tað sæst væl, at føroysku feløgini hava verið við í Europa Cup í nøkur ár:
? Tá eg hugsi aftur á, hvussu Fremad Amager fyrireikaði seg fyri tredivu árum síðani, og hvussu B68 nú hevur fyrireikað seg til Intertoto Cup, so er munurin ógvuliga stórur. Profeissonalisman er nógv størri hjá B68. Eg sigi hetta, tí ofta havi eg ta fatan, at føroyingar síggja seg sjálvar at standa aftarlaga, tá sammett verður við aðrar.
Hvat meinar tú við, tá tú tosar um góðar fyrireikingar?
? At vit fóru úr Føroyum mikudagin, og at vit hava vant tvær ferðir hósdagin og tvær ferðir fríggjadagin, og at vit í fínum umstøðum hava møguleika at hvíla og fáa viðgerð frá fysioterapeuti, tað haldi eg vera flott.
B68 venjarin letur væl at umstøðunum. B68 býr í lítlum býi, sum er eitt korter í bili uttanfyri St. Gallen.
? Gistingarhúsið er gott, og vertsfelagið hevur lænt okkum tveir 10 persónabilar, sum vit koyra til venjingar í. Tað tekur tríggjar minuttir at koyra til eitt lítið stadion. Fríggjakvøldið klokkan 18 skulu vit til St. Gallen at venja á stadion, har vit skulu spæla.
Hitin plagar at vera nógvur í Alpunum um summarið?
? Teir báðar fyrstu dagarnar her niðri vóru tað 35 hitastig. Tíbetur verður sagt frá eitt sindur svalligari veðri leygarkvøldið.
Lyklaspælarar sera ivasamir
Tá B68 sunnudagin var í Vági, hevði venjarin skift út á fimm plássum sammett við hálvfinaludystin ímóti NSÍ hóskvøldið:
? Eg var vónbrotin av, at fleiri spælarar ikki løgdu meiri fyri í so týdningarmiklum dysti. Hetta segði eg teimum kvøldið eftir, og eg var fegin um, at hugburðurin hjá teimum, sum spældu í Vági, var rættur. Allir arbeiddu fyri søkini, og tað eydnaðist at vinna stigini, sum vóru so sera týdningarmikil, um vit ikki skuldu detta heilt niður ímillum. Nú hava vit tvær vikur at hugsa um altóða uppgávurnar. Tíðin skal nýtast at styrkja samanhaldið, sum frammanundan er gott, uppaftur meiri, so vit vera væl fyri, tá vit í aðru viku skulu spæla á Skála og so í Gundadali ímóti HB.
Hjá B68 eru tað tríggir spælarar, sum hava nógvar royndir í altjóða fótbólti. Teir eru Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen. Tær síðstu ferðirnar hevur Hans Fróði spælt meiri ella minni hálvskaddur. Í Vági noyddist hann av vøllinum, tá tað restaði eitt lítið korter. Hans Fróði er í B68 ferðalagnum í Sveis, men hann er ikki førur fyri at spæla.
Jan Petersen og Anders Nygaard eru eisini í ferðalagnum. Anders verður ikki førur fyri at spæla í dag. Um Jan, sum fekk løst í steypadystinum ímóti NSÍ, verður førur fyri at spæla, er sera ivasamt. Tað er eisini eitt sindur ivasamt við Øssuri Hansen. Hann hevur trupulleikar við lærinum.
? Eg vóni, at í hvussu so er Øssur verður tøkur. At vit hava fysioterapeut við okkum ger, at spælararnir fáa nógv meiri viðgerð, enn tá teir eru í Føroyum og hava arbeiði at hugsa um. Tí gongur tað skjótt við at betra um heilsustøðuna hjá skaddu monnunum, sigur Frank Skytte.