B68 hevur sett nýggjan venjara

Jákup á Borg verður í fyrstu atløgu venjari á Svangaskarði fram til kappingarenda í ár

Tað verður Jákup á Borg, sum verður venjari hjá B68. Í dag hava Ian D. Jacobsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag, og Jákup á Borg skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at Jákup á Borg verður venjari á Svangaskarði fram til kappingarlok.

 

-Vit hava skrivað undir avtalu, sum ber við sær, at vit samstarva fram til kappingarlok í ár. So fáa vit at síggju, hvussu tað verður tá, og um samstarvið skal halda fram, sigur Ian D. Jacobsen formaður í Tofta Ítrottarfelag.

 

Fyrsta takið hjá Jákupi á Borg verður at fáa B68 úr botninum. B68 er niðast á støðutalvuni við fimm stigum. Næsti dystur verður sunnudagin klokkan 16, tá ið EB/Streymur verður gestur á Svangaskarði.

 

Tá ið Víkingur leygardagin vann 6-0 á Svangaskarði, var Jákup á Borg saman við B68 formanninum millum áskoðararnar.

 

Hóast úrslitið var vánaligt og avrikið ikki sannførandi, so hevur nýggi venjarin mót um, at tað fer at bera til at venda gongdini:

 

-Teir flestu spælararnir eru teir, sum í fjør avrikaðu og stóðu seg betur, enn tað frammanundan varð roknað við, at uppflytararnir fóru at megna. Tá sóu vit, at teir hava evnini at avrika, og síðani eru aðrir lagdir aftrat, sum vóru ætlaðir at styrkja um liðið. Soleiðis sum støðan nú er, so er stóri setningurin at fáa rætta hugburðin aftur, og tað ivist eg ikki í, at vit fara at megna, sigur nýggi B68 venjarin.

 

Ímóti Víkingi hevði André Olsen ábyrgdina. Hann var hjálparvenjari, tá ið Øssur Hansen var B68 venjari.

 

Jákup á Borg var B36 venjari 2017 – 2020, og í 2019 og 2020 var André Olsen hjálparvenjari hjá Jákup á Borg. Nú fer samstarvið teirra millum at halda fram í B68.