Tað vóru lutfalsliga nógvir áskoðarar á Svangaskarði seinnapartin. Bill Jacobsen – gamal kenningur á Svangaskarði – er nýggjur venjari, og í B68 verður ikki dult, at málið er at endurvinna plássið í fremstu røð, sum toftamenn mistu í 2016.
Næstbesta liðið hjá Suðringum var á Svangaskarði, og teir fóru suður aftur við 8-0 tapi.
Einki bendi fyrra partin av fyrra hálvleiki á, at talan fór at verða um so stóran mun á liðunum, men so sást alt betur, at venjingarstøðan hjá heimaliðnum er væl betri, enn hon er hjá næstbestu Suðringunum.
B68 liðformaðurin Jann Ingi Petersen setti hol á, tá ið eitt korter var farið, og hann úr átjan metrum og mitt fyri smekkaði bóltin upp í málhornið til høgru fyri Boas Nitschke í málinum hjá Suðringum.
Spaniumaðurin á miðvøllinum Pedro Tarancon Anton økti eftir horna úr vinstru til 2-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og síðstu sjey minuttirnar av fyrra hálvleiki skoraði heimaliðið fýra mál: sjálvmál, Jonleif Højgaard, Jann Ingi Petersen og Bárður Ólavsson Jensen.
Harvið var hálvleiksstøðan 6-0. Eftir steðgin skoraðu Albert Róin Johannesen og Sveinur Justinussen.