B68 málverjin er ein sannur brandur

B68-KÍ 2-0 (0-0):
Klaksvíkingar megnaðu at stríða seg til málleyst fyrra umfar, og teir høvdu møguleikar at svara aftur, tá B68 var komið framum, men teir vóru óneyvir, og B68 málverjin var sera sannførandi

Fótbóltur

At hava ein góðan og tryggan málverja hevur sera stóran týdning. Tann málverjin, sum megnar at bjarga trimum ella fýra royndum, sum aðrir málverjar ikki megna, og sum eingin setur at teimum fyri ikki at klára, hann bjargar sínum monnum fleiri stig á hvørjum ári, og tað kann verða í orðsins sanna týdningi gull vert.
B68 hevur fingið ein sovornan málverja. Eingin ivi er um, at pólverjin saman við Jens Martini Knudsen er besti maðurin millum stólparnar í bestu deildini. Michal Kokoszanek er stórur og sterkur, hann hevur gott bólteygað, og hann er sera tryggur, tá høgir bóltar verða lagdir innfyri, og tá hann fer út í brotsteigin. At hetta hevur stóran týdning fyri miðverjuna og alt liðið var týðuligt ímóti KÍ.

Ikki nóg stórur íblástur
Triðja árið á rað fór KÍ av Svangaskarði við ongum. Í 1. hálvleiki høvdu teir ongan upplagdan møguleika, og tá teir í 2. hálvleiki royndu at koma afturíaftur og fingu møguleikar m. a. aftaná hornaspørk, so vóru teir ikki nóg neyvir í royndunum, ella so var B68 málverjin fyri. Tað kunnu Kurt Mørkøre, Ove Nysted og Hjalgrím Elttør skriva undir uppá.
Mest eyðsýndu menninir á KI liðnum vóru unglingarnir Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør. Teir vóru mitt á miðvøllinum, og teir dugdu at gera nyttu burturúr bóltinum. Tað eru fleiri bólttryggir spælarar á KÍ liðnum, men tað kom ikki serliga væl til sjóndar. Ofta varð spælt høgt og langt, tað gjørdu omanfyri nevndu ikki so nógv við, og Hans Fróði Hansen vann teir flestu ella allar luftdystirnar ímóti Kurt Mørkøre. Hans Fróði hevur verið sera støðugur í ár, og tá hann hevur ein stóran mann ímóti sær, sum ikki er í so góðari venjing, sum Hans Fróði er tað, so er ikki so nógv at gera.
Spurningurin er, hvussu tað hevði verið hjá Hans Fróða, um hann hevði havt kvika og arbeiðssama Hjalgrím Elttør uppat sær, og um hesin hevði havt fingið bóltarnar stungnar flatt framímillum. Men so hevði spurningurin hjá Kurt Mørkøre verið, hvør skuldi staðið fyri fóðringini av miðvøllinum.
Tá tað ikki gongst væl hjá KÍ, og tá tað eru so nógvir spælarar á liðnum, sum áður hava víst, hvør dugur er í teimum (ikki minst í 1999 tá teir vunnu FM), so er nátúrligt at hugsa, hvørjar broytingarnar eru. Og tað er skjótt at staðfesta, at tilkomnu spælararnir ? tað vil siga teir sum eru um tey tredivu og eldri enn so ? ikki spæla við tí íblástrinum, sum teir áður hava gjørt. Teir eru stutt sagt ov mettir. Merkisvert var tað, at Allan Mørkøre varð skiftur út í 2. hálvleiki. Men útskiftingin var ikki av leið, tí tað hevði so at siga ikki eydnast hjá landsliðsveteraninum at koma framvið John Hera Dam. Og tá eru tað ikki verjudygdirnar hjá John Hera, sum hann er mest kendur fyri.

Arnold setti hol á
Hvørki liðið megnaði at spæla seg til møguleikar undan steðginum. Eftir hvíldina royndi B68 at koma ígjøgnum í borðunum, og tað eydnaðist onkra ferðina. Fyrra málið var ikki so lítið átókt uppspælinum til nógv av málunum, sum eingilska meistaraliðið Arsenal fekk í ár. Eftir uppspæl og yvirlapp í vinstru smekkaði John Heri Dam flatt innfyri, Anders Nygaard leyp uppum bóltin, og so var Arnold Joensen komin skrátt úr høgru, og mitt fyri málinum bendi hann við vinstra beini bóltin framvið fyrrverandi liðfelaganum í KÍ málinum.
KÍ spruttaði, men tíggju minuttir eftir fyrra málið var liðugt. Hesa ferð var uppspælið í høgra borði, og Jan Petersen átti innleggið. Veteranurin er komin fyri seg eftir skaðan, og Marlon Jorge er troðkaður út á beinkin. Øssur Hansen kom inn úr vinstru, mitt fyri málinum toygdi hann seg fram og stýrdi bóltinum í málið. Tað minti nógv um fyrra málið.
Stutt frammanundan hildu toftamenn seg hava skoraði til 2?0, men linjuverjin segði, at bólturin hevði ikki verið innanfyri strikuna. B68 menninir, sum vóru innanfyri Meinhardt Joensen, tá teir hildu seg hava skorað, vóru ikki blíðir.
Tá KÍ, sum saknaði skadda Heðin á Lakjuni, spenti álopsbogan, stóðust møguleikar av í báðum endum. B68 hevði ein fínan møguleika í síðstu løtu, men Meinhardt Joensen bjargaði stak væl.

Dysturin í tølum:
B68-KÍ 2-0 (0-0)
1-0: Arnold Joensen 52
2-0: Øssur Hansen 62
Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ)

B68: Michal Kokoszanek ? Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, John Heri Dam ? Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Oleif Joensen ? Arnold Joensen, Anders Nygaard, Øssur Hansen
KÍ: Meinhardt Joensen ? Jan Andreasen, Alexander Djordjevic, Ove Nysted, Harley Bertholdsen ? Hjalgrím Elttør, Jan Joensen, Atli Danielsen ? Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre, Erling Fles