B71 kiksaði ímóti KÍ

1. DEILD: Sandoyingar megnaðu ikki at gera sær dælt av, at onnur úrslit vóru teimum eftir vild

mynd: b71

Tað endaði 1-1, tá ið B71 í øllum vindinum og regninum seinnapartin hevði vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ.

 

B71 var eftir fyrra hálvleik frammanfyri 1-0. Málið skoraði Jónas Warner, tá ið ein stórur hálvur tími var farin.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki svaraði KÍ aftur. Jóhan Waag Høgnesen átti uppleggið, og Óli Eyðsteinsson Poulsen javnaði til 1-1. Lítla løtu eftir at hann hevði javnað, varð Óli Ey. Poulsen skiftur út. Ivaleyst tí hann verður á listanum í morgin, tá ið besta KÍ liðið fer at spæla í Fuglafirði.

 

Báðir partar høvdu góðar støður og stórar málmøguleikar, men tað eydnaðist bara einaferð at fáa bóltin í málið aftanfyri Kristian Joensen í KÍ málinum og Jóhan Herálv Hentze í B71 málinum.

 

B71 hevur 37 stig og er á fjórða plássi. Víkingur og NSÍ hava eisini 37 stig. Málmunurin hjá Bíkingi er +16, hjá B71 +8 og hjá NSÍ -1.

 

KÍ hevur 30 stig og er á sjeynda plássi.

 

 

 

mynd: b71