B71 sendir dana heimaftur

Í vetur hevur B71 havt danska Anders Rasmussen til royndarvenjingar.

Nú boðar felagið umvegis heimasíðuna frá, at 23 ára gamli danin er farin av landinum aftur, og tað er greitt, at hann ikki verður í Formula-hópinum í ar. Enn verður roynt at fáa fatur á einum miðverjuleikara. Hetta tí báðir teir føstu miðverjarnir frá í fjør ikki longur eru í hópinum.