B71 vann fulla úrtøku fyri fimtu ferð á rað

1. DEILD: Tað vísti seg at verða dýrt fyri NSÍ tíggju minuttir undan steðginum at misnýta brotsspark

Í tveimum teimum fyrstu umførunum skinklaði tað hjá B71, sum tapti ímóti FC Suðuroy á heimavølli og Víkingi á útivølli. Síðani hevur tað gingið sum eftir ánni, og nú eru sandoyingar á uppflytingarplássi við 15 stigum.

 

Í dag eydnaðist tað í góðveðrinum at fara úr Runavík og undir bæði Tangafjørð og Skopunarfjørð við trimum stigum. Úrslitið var 1-0, og málið skoraði Lucas Ørneborg í 18. minutti. Uppleggið átti Jonathan Nielsen Canto. Lucas Ørneborg er toppskjútti í 1. deild við átta málum.

 

Tíggju minuttir undan steðginum fekk heimaliðið risastóran møguleika at javna, men Steffan A. Løkin misnýtti brotssparkið.

 

Tølini siga, at B71 var greitt omaná. Eitt nú vann B71 13 hornaspørk, meðan NSÍ vann tvey hornaspørk.

 

B71 er á øðrum plássi við 15 stigum, og NSÍ er á sjeynda plássi við seks stigum.

 

Mikudagin fer NSÍ at spæla útsettan dyst á heimavølli ímóti toppliðnum FC Suðuroy, og leygardagin fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti grannunum í Víkingi.

 

B71 fær leygardagin vitjan av TB.