Sendingin "Breakfast" var á skránni hjá Rás2 í morgun. Marin H. Eidesgaard gjørdi samrøður uppi í matstovuni "Smakka" í Norðurlandahúsinum.
Tann eina samrøðan var við tónlistarmannin, Signar í Homrum. Ein stuttlig hending við Signari í Homrum var, tá ein ung genta, sum var stødd í Café Natúr kom yvir til hansara, tá hann framførdi í Café Natúr og spurdi hann um hann kundi spæla eitt lag hjá Signari í Homrum. Gentan visti ikki hvør tónlistarmaðurin var.
Samrøðan hjá Marini H. Eidesgaard við Signar í Homrum snúði seg um hansara yrkisleið innan tónleik, og hon snúði seg eisini um hvussu tað er hjá Signari í Homrum at verða búskaparlesandi á Fróðskaparsetri Føroya.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Marin H. Eidesgaard hevði við Signar í Homrum í morgun.