Bagge harmast enn ein stigamiss

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Javnleiksslóðin tyngir framvegis víkingarnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze aftaná 2-2 javnleikin hjá Víkingi ímóti AB úti í Vika á Argjum. Víkingur var á sigurskós, men heilt ímóti dystarenda misti Víkingur sigurin úr hondum.

 

Tað byrjar at lukta av undanfarnum árum hjá Víkingi nú liðið longu hevur leikt tríggjar javnleiki í fimm teimum fyrstu dystunum. Bagge harmast eisini enn ein stigamiss. Hann heldur, at hansara menn áttu at hava stongt fyri og tryggjað sær øll trý stigini.

 

Sjálvkritiskt spyr Víkinga-venjarin sjálvur spurningin, um ein hevur uppiborið at vunnið, um ein ikki tekur av teimum málmøguleikunum ein fær?