Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, hevur í dag skriva undir 10 sáttmálar við einum samlaðum virði á 250 milliónir fyri fyrsta byggistig av útbyggingini av Bakkafrosti.
Millum sáttmálapartarnar er Articon, ið fær 60 milliónir burtur av sáttmálunum, sum vóru undirskrivaðir í dag.
Komandi vikurnar fer Regin Jacobsen at skriva undir restina av sáttmálunum fyri hetta fyrsta byggistigið, sum hevur eitt samlað virði á 450 milliónir krónur. Nýggja virkið hjá Bakkafrost skal takast í nýtslu í januar 2016.
Les meiri í blaðnum í morgin.