Balling skoraði aftur

Ulrik Balling ger sítt til, at tað skal ganga betur hjá Vejle í superliguni. Vejle er botnlið og hevur bert fingið eitt stig higartil í ár. Sunnudagin spældi Vejle ímóti Viborg, sum eisini hevur havt trupulleikar, og Viborg vann dystin 2-1. Viborg legði seg á odda 2-0, áðrenn Vejle svaraði aftur. Málið hjá Vejle skoraði Ulrik Balling, sum hevur hevur spælt fyri NSÍ. Balling hevur nú skotið fimm mál í superliguni í ár.