? Tað krevur sera nógv - bæði likamsliga og sálarliga at taka upp film. Tað er ikki eitt arbeiði fyri fólkapensjónistar, sum meg! Eg havi ikki megi til tað, men havi tað fínt við at vera á síðulinjuni ? sum múrurin, ið hinir kunnu spæla bólt ímóti, teir teir hava hug, sigur Erik Balling, sum nú er vorðin 73 ára gamal - mest elskaði filmsleikstjórin í Danmark.
? Tá tú tekur upp film skalt tú tíðliga upp - og ofta er tað á miðari nátt. Tað er ikki tað bersta fyri ein gamlan mann sum meg. Tíbetur eri eg higartil sloppin undan álvarsomum sjúkum. Mær bagir einki, burtur sæð frá vanligum ellisskavankum, sigur Erik Balling
Hann sigur kortini , at hann er fúsur at vera til reiðar alt samdøgrið
? Men tað tú ert vorðin so gamal, so er tað gott, at tað ikki er tú, sum skal halda øllum træðrunum saman, sigur hann.
? Tað er dýrst at vera gloymskur, tá so mong fólk eru við í projektinum, leggur hann afturat.
Erik Balling er annars einsamallur nú, tí konan doyði í fjør. Bæði børnini búgva í Jyllandi.
? Tí gangi eg nógv og mali einsamallur, hóast vit sjálvandi tosa nógv í telefon saman. Men eg má hava hjálp at gera mat, tí tað dugi eg ikki, sigur hann.
Erik Ballin er ivaleysur í, at fólk fara at taka væl ímóti nýggja Olsen-Banda filminum