Eigarin hjá AC Milan, Silvio Berlusconi greiðir frá, at hann ongantíð hevði ætlanir um at keypa Mario Balotelli til AC Milan.
Silvio Berlusconi sigur við italska blaðið La Gazzetta dello Sport.
- Eg minnist at eg ráddi AC Milan frá, at keypa Mario Balotelli.
Eigarin hjá AC Milan er tí glaður fyri, at Liverpool er farið avstað við italska landsliðsáleyparanum.
- Vit hava nógvar sterkar og góðar typur í skiftirúminum. Menez, Honda, El Sharaawy, Torres og De Jong. Teir eru grundarlagið fyri, at vit aftur hava eitt sterkt lið.
- Tað rotna eplið í skiftirúminum er vekk, sum var Mario Balotelli.
AC Milan hevði farna kappingarár eitt heldur keðiligt kappingarár í Serie A, har teir endaðu á áttanda plássið.
Silvio Berlusconi er tó bjartskygdur fyri framtíðini hjá AC Milan.
- Vit hava eitt mál um at koma uppá tindin í Europa aftur. Vit ynskja at fáa eitt lið við sterkum vinnaratypum.
- Champions League finalan í 2016 er í Milano. Hví skulu vit ikki vera har tá? Tað er í øllum førum okkara mál.
Umframt at vera eigari hjá AC Milan, so hevur 78 ára gamli Silvio Berlusconi eisini verið forsætisráðharri í Italia.