Maiken Poulsen Englund starvaðist í 25 ár í landsstýrinum. Hon var skrivari hjá løgmanni og skrivstovufulltrúi á uttanlandsdeildini. Síðani 2006 hevur hon búð á Álandi, haðani maðurin er ættaður. Har starvast hon hjá kirkjusókn, sum hevur heilt aðrar – og størri – uppgávur enn tær føroysku.
– Eg havi altíð verið virkin, og tað er besi mátin fyri at koma inn í samfelagið. Eg havi verið næstformaður í bókmentanevndini, sum innstillar til bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins, verið formaður í kirkjuráðnum, sitið í skúlanevndini, eri næstformaður í nevndini fyri fólkaháskúlan, eri formaður í Norrønafelagnum, siti í nevndini at endurskoða álendska heimastýrið, eftir áheitan ráðgivið um føroyska heimastýrið, hildið fyrilestrar og tikið ferðaleiðaraútbúgving í hesum ferðavinnulandi, sum Áland er, sigur Maiken Poulsen Englund við Sosialin um vikuskiftið.
Hon trívist væl á Álandi, men tað er eisini okkurt, hon saknar í Føroyum.
– Felagsskapin, felagslívið, kirkjugongd við sálmasangi, veitslurnar við felagssangi, føroyskan dans, føroyska málið, føroyskan mat, føroysku náttúruna. Í Føroyum kanst tú keypa nýbakaðar lagkøkubotnar frá bakarínum, tí vit feira so nógv. Tað fært tú ikki í Álandi, tí tú feirar slett ikki líka nógv, stórir føðingardagur og silvurbrúdleyp sum í Føroyum koma ikki fyri. Føroyingar eru so líkatil, og alt ber til. Álendingar eru meira reglubundnir og ikki so spontanir, tyngri at fáa nakað í lag, samfelagið er stirvnari, sigur hon.
– Útlongsul og heimlongsul eru síður av somu mynt. Men bara eitt stað í heiminum eitur heima.
Samrøðan við Maiken Poulsen Englund kann lesast í fullari longd í Sosialinum um vikuskiftið.