Bara eitt undur kann bjarga Barcelona

Champions League: FC Barcelona megnaði ikki at vinna á Inter Milan, og nú kann bara eitt undur bjarga víðari luttøkuni hjá kalalanska stórfelagnum

Í gjár var seinna hálva av 4. umfarinum í bólkaspælinum í Champions League. Størsta uppgerðin var á Camp Nou í Barcelona, har heimaliðið skuldi vinna á Inter Milan, um víðari luttøka skal verða ein møguleiki. Tað endaði 3-3.

 

Bólkur A:

 

Napoli hevur longu vunnið sær víðari luttøku við 4-2 sigrinum á Ajax. Napoli er í holt við eitt gott kappingarár og álopsspælið er á høgum stigi. Eitt nýtt navn, sum vinnur fram í løtuni, er Khvicha Kvaratskhelia úr Georgia. Hann skoraði í dystinum.

 

Liverpool vann heili 7-1 í Glasgow móti Rangers. Tað var annars heimaliðið, sum koma á odda í fyrra hálvleiki. Roberto Firmino vendi dystinum á høvdið, áðrenn innskifti Mohamed Salah skoraði skjótast hattrikkið í søguni í Champions League upp á seks minuttir og tólv sekund.

 

Napoli – Ajax 4-2

 

Rangers – Liverpool 1-7

 

1: Napoli 12

 

2: Liverpool 9

 

3: Ajax 3

 

4: Rangers 0

 

Bólkur B:

 

Púra óvæntað er Club Brugge fremst og megnaði at fáa ein flottan málleysan javnleik móti Atletico Madrid. Simon Mignolet hevur hildið málið hjá Club Brugge reint allar fýra dystirnar. Xabi Alonso fekk seg royndan í fyrsta Champions League dystinum sum venjari fyri Bayer Leverkusen. Teir taptu á heimavølli 3-0 móti FC Porto.

 

Atletico Madrid – Club Brugge 0-0

 

Bayer Leverkusen – FC Porto 0-3

 

1: Club Brugge 10

 

2: FC Porto 6

 

3: Atletico Madrid 4

 

4: Bayer Leverkusen 3

 

Bólkur C:

 

Bayern Munchen hevur tryggjað sær víðari luttøku við at vinna 4-2 á Viktoria Plzen. Tað verður helst Inter Milan, sum kemur víðari eftir týðandi 3-3 javnleikin á Camp Nou móti FC Barcelona. Heimaliðið var annars á odda 1-0, men misti alt á gólvið.

 

FC Barcelona - Inter Milan 3-3

 

Viktoria Plzen - Bayern Munchen 2-4

 

1: Bayern Munchen 12

 

2: Inter Milan 7

 

3: FC Barcelona 4

 

4: Viktoria Plzen 0

 

Bólkur D:

 

Harry Kane og Tottenham hava ikki fingið eina góða byrjan upp á Champions League kappingarárið, men við einum sigri á Eintracht Frankfurt hevur liðið vent gongdini. Bólkurin er víðopin enn og tað er ikki minst Marseille at takka, sum vann 2-0 í Lisabon móti Sporting.

 

Tottenham – Eintracht Frankfurt 3-2

 

Sporting – Marseille 0-2

 

1: Tottenham 7

 

2: Marseille 6

 

3: Sporting 6

 

4: Eintracht Frankfurt 4