Barbara á Tjaldrafløtti er nýggjur blaðstjóri á Kvinnu. Hon tekur við starvinum, tí Annleyg Lamhauge, sum hevur røkt starvið, fer í farloyvi. Tað skrivar heimasíðan hjá kvinna.fo.
Barbara á Tjaldrafløtti hevur drúgvar royndir frá almennu umsitingini. Hon hevur starvast á Løgmansskrivstovuni og í Uttanríkisráðnum. Hon hevur havt ábyrgd av altjóða menningarsamstarvi við lond sum Liberia, Ghana og Jordan, umframt av starvsfólkapolitikki og samskipan av landsstýrisfundum.
- Endamálið við Kvinnu er at varpa ljós á kvinnuleiklutin í øllum samfelagsviðurskiftum. Tað gleði eg meg til at vera partur av og fáa fram. Eg fari at gera onkrar broytingar í blaðnum. Eg vil gjarna hava meira at lesa. Fyrst og fremst ætli eg mær, at dýpdin verður djypri. Og eisini fari eg at gera meira burtur úr mentarasíðunum í Kvinnu, sigur Barbara á Tjaldrafløtti við heimasíðuna hjá Kvinnu.
Barbara á Tjaldrafløtti er 49 ára gomul og útbúgvin Cand. Scient. Adm. frá Roskilde Universiteti. Hon hevur har umframt master í etikki og virðum.