Lovorð og rósur drússa niður í vøkru reyðu purlurnar hjá Barbaru í Gongini í hesum døgum.
Fyrst í mánaðinum vísti hon, saman við fremstu sniðgevunum í Danmark, nýggjastu kollektiónina fyri heimspressuni á Copenhagen Fashion Week. Og sigast má, at bARBARA I gONGINI veruliga røkkur tindunum innan sítt øki beint nú. Tað eru ikki hissini skoðsmál hon fær úr mótaheiminum aftan á framsýningina.
”Dryppandi orginalitetur” skrivar mótajournalisturin Charlotte Wendt Jensen í Dansk Daily, sum er almenna tíðarritið á mótamessuni.
- Ongin kann sáa iva um orginalitetin hjá bARBARA I gONGINI. At fáa eina model í flákrandi hvítum og svørtum tylli at seta seg í eitt baðikar við vatni mitt á pallinum í er ein hending, sum ongin annar sniðgevi hevði megnað hesa mótavikuna – ella nakrantíð fyri tað. Eins og at ongin annar sniðgevi hevur eina kollektión, sum á ein so feitan hátt sameinir tað listarliga við tað funktionella, sigur Charlotte Wendt Jensen millum annað.
Aftaná mótasýningina ynskti fyriskiparin av Copenhagen Fashion Week, Anne Christine Persson, bARBARU I gONGINI tillukku við sýningini við hesum orðum:
- Tillykke med et fantastisk flot show under modeugen! Det var et af de bedste shows, der nogensinde har været under Copenhagen Fashion Week - og jeg var simpelthen så stolt over at kunne vise så flot et show og så smuk en kollektion for de internationale journalister, som vi havde på besøg under modeugen. Jeg håber og forventer inderligt, at I holder show igen til august!
Bedste hilsner Anne Christine Persson, Manager, Copenhagen Fashion Week®…