Í kvøld klokkan 19.45 spæla Óli Mittún og liðfelagarnir fyrsta dystin í bólki B í Champions League.
GOG er á útivølli í katalanska høvuðsstaðnum fyri at spæla dyst móti Barcelona. Heimaliðið hevur eina stóra favorittstøðu undan dystinum.
Hondbóltsáhugaðir føroyingar kunnu síggja dystin á TV3 Max, ið sæst hjá Televarpinum. Dysturin kann eisini stroymast á Viaplay.
Klokkan 19.45 í kvøld spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin fyrsta dystin í bólki A. Dysturin verður á útivølli móti franska liðnum, Nantes.
Tað ber eisini til at stroyma hendan dystin á Viaplay.