Barcelona og Real Madrid vunnu aftur

 

Barcelona var aftanfyri, men vann á Nou Camp. Real Madrid vann truplan útidyst, har Kaka skoraði tvær ferðir upp á brotsspark. Barcelona fekk í kvøld vitjan av Almeria, sum rótar í botninum í sponsku landskappingini. Barcelona, sum spardi onkrar av føstu leikarunum, hevði trupult við at bróta verjuna hjá Almeria niður. Fyri Barcelona kom tað illa við, at Javier Mascherano fekk gult kort, tí hann er nú leikbannaður til dystin móti Real Madrid.

 

Seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal, tá Barcelona fekk ein ordans kvøkk. Almeria fór í mótálop, har Miguel Angel Corona varð spældur leysur og skoraði. Men tað er ein orsøk til, at Barcelona hevur fingið yvir fimmti fleiri stig enn Almeira í hesum kappingarárinum. Bara tríggjar minuttir seinni var brotsspark til Barcelona, sum Lionel Messi skoraði uppá. Góðar tíggju minuttir seinni legði Thiago Barcelona á odda við stútara eftir horna. Lionel Messi avgjørdi dystin í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

 

Real Madrid hevði eina torførta uppgávu á útivølli móti Athletic Bilbao. Men áðrenn eitt korter var farið av dystinum, hevði Kaka lagt Real Madrid á odda upp á brotsspark. Real Madrid var uttan fleiri av lyklaleikarunum. Millum annað Cristano Ronaldo, Mesut Ozil, Xabi Alonso og Marcelo sótu á bonkinum.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Real Madrid aftur brotsspark. Og aftur var Kaka tryggur úr ellivu metrum og økti til 2-0. Ronaldo varð skiftur inn aftaná ein tíma og tíggju minuttir seinni slerdi hann sigurin fastan til 3-0.

 

Barcelona liggur framvegis átta stig frammanfyri Real Madrid. Liðini bresta saman um eina viku á Santiago Bernabeu í Madrid um eina viku.

 

Athletic Bilbao ? Real Madrid 0-3

0-1 Kaka, 14, br

0-2 Kaka, 54, br

0-3 Ronaldo, 70

 

Barcelona ? Almeria 3-1

0-1 Miguel Angel Corona, 50

1-1 Lionel Messi, 53, br

2-1 Thiago, 64

3-1 Lionel Messi, 90+1