Barcelona tapti púra óvæntað í fyrsta dystinum í La Liga um vikuskiftið. Barcelona spældi á útivølli ímóti Numanica, sum júst er flutt upp í bestu sponsku deildina, og teir taptu 1-0. Mario Martinez Rubio skoraði fyri Numancia eftir 12 minuttir, og tað gjørdist einasta málið í dystinum.