Bardagi á Hálsi

Hondbóltur: Hóast teir fingu ikki færri enn 10 útvísingar og trý reyð kort, so megnaðu hoyvíkingar at basa Kyndlamonnum

Teir 450 gjaldandi áskoðararnir, sum vóru til oddadystin í bestu mansdeildini í hondbólti millum H71 og Kyndil sunnudagin, fara neyvan at minnast dystin fyri vakurt og flótandi hondbóltsspæl. Tað verða heldur tær mongu útvísingarnar og ljóta spælið, sum fara at seta seg í minnið hjá fólki.


Gekk javnt á

Tað var við spenningi, at fólk høvdu leitað sær í ítróttarhøllina á Nabb seinnapartin sunnudagin at síggja dystin millum H71 og Kyndil.

Kyndil hevði fyrr í vikuni tapt sín fyrsta landskappingardyst í hesum kappingarárinum, meðan H71 av álvara sá út til at hava fingið glið á sítt spæl.

Tað var annars H71, sum fekk bestu byrjanina upp á dystin. Tá ið fimm minuttir vóru leiktir, legði strikuspælarin Bárður Brimvík hoyvíkingar á odda 3-0, og tveir minuttir seinni var støðan 4-1 til H71.

Kyndlamenn komu nú fyri seg, og samstundis sum teir fingu verjuna at virka, so fóru teir nú eisini at skora hjá Jens Skipagøtu í málinum hjá H71.

Teir grønklæddu úr Kyndli komu á odda 6-4, men so komu hoyvíkingar við aftur, og næstu løtuna gekk rættuliga javnt á.

Stuttligt var hesa løtuna at eygleiða teir báðar íslendsku venjararnar hjá feløgunum. Eingin ivi er um, at báðir eru framúrskarandi hondbóltsleikarar, men hóast tað, so er stórur munur á teimum. Hans Guðmundsson hjá H71 er fyrst og fremst ein stórskjútti, meðan Jákup Jónsson hjá Kyndli er ein hondbóltsúrmælingur í allar mátar. Hann er ein góður skjútti, stinnur í verjuni, og so er hann eisini ein framúr góður spælskipari.

Tá ið tað nærkaðist hálvleiki fóru hoyvíkingar aftur nakað frá Kyndli, og við teimum báðum íslendsku feðgunum Hans Guðmundssyni og Finnuri Hanssyni, á odda legði H71 seg trý mál fram um Kyndil (14-11), áðrenn farið var til hálvleiks.


Hoyvíkingar

hildu tørn

Fimm minuttir inn í seinna hálvleik skorar Hans Guðmundsson sítt tíggjunda og seinasta mál í dystinum. Eftir hetta málið valdi Kyndil at mansverja íslendingin, men tað vísti seg, at fleiri av hinum leikarunum hjá hoyvíkingum tordu eisini at taka ábyrgd og royna seg við skotum upp á mál.

So fór Kyndil undir at mansverja Finn Hansson eisini, og tá kom eitt sindur av stígi í hjá H71. Kyndil át seg nú spakuliga inn á hoyvíkingar, men John Heri Dam, sum avloysti Jens Skipagøtu í málinum hjá H71, syrgdi við fleiri góðum bjargingum fyri, at leiðslan hjá H71 allatíðina var eini trý mál.

Um miðjan seinna hálvleik fóru hoyvíkingar tó aftur frá Kyndli, og tá ið 12 minuttir vóru eftir at leika, var støðan 23-16 til H71, sum stutt frammanundan hevði fingið sítt fyrsta reyða kort, tá ið Olaf Vestergaard fekk sína triðju útvísing.

Kyndil kom upp á bæði 21-24 og 22-25, og hóast Hans Guðmundsson nú eisini hevði fingið sína triðju útvísing og harvið reytt kort, so tóktist tað ongantíð verða nakar vandi fyri, at Kyndil fór at fáa H71 aftur. Til tað var Kyndla-álopið alt ov einstáttað, og høgra síða hjá teimum fór ongantíð at virka. Tað man var langt síðani, at teir tríggir Wardum-brøðurnir, Hannis, Uni og Bjarni, tilsamans ikki hava skorað meiri enn fýra mál í einum dysti.

Dysturin fekk ein heldur ógvusligan enda, tá ið ein hoyvíkingur og ein kyndlamaður brustu saman í seinastu sekundunum, og hendingin førdi við sær, at Bárður Brimvík hjá H71 fekk reyða kortið. Á dómaraseðlinum stendur, at nærri frágreiðing verður send HSF um henda tilburð.

Dysturin endaði við einum sigri upp á 27-25 til H71.


Uppiborin sigur

Tað er eingin ivi um, at hoyvíkingar vóru betra liðið í dystinum, og at sigurin var fult uppiborin.

Tó skulu bæði liðini, einamest hoyvíkingar, gera sær greitt, at ógvusliga og ljóta spælið hjá teimum eru alt annað enn gott fyri føroyskan hondbólt.

Tað er stór skomm at síggja, at tað eru teir eldru og royndaru leikararnir, sum ganga á odda við hesum, og somuleiðis tá man hugsar um tann nógva sjónleikin, sum nú eisini er komin í hondbóltin.

Kyndlamenn áttu at havt fingið meiri burtur úr dystinum, tá ið havt verður í huga, at teir høvdu so nógvar yvirtalsstøður, har teir vóru ein maður fleiri enn hoyvíkingar, men tað vísir seg, at Kyndil hevur trupulleikar við at gera sær dælt av hesum støðum. Somuleiðis kann tað tykjast, sum um teir grønklæddu hava ilt við at takkla mótgang.

Hoyvíkingar hinvegin vístu ein framúr góðan stríðsvilja, sum ein og hvør man øvunda teimum. Hóast verjan hjá teimum spælir rættuliga hart, so er hon eisini sera sterk, trupult er at sleppa framvið teimum. Er man so komin inn um verjuna, so hevur H71 í Jens Skipagøtu og John Hera Dam tveir frálíkar málmenn.

Dómararnir í dystinum, Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, komu væl frá einari truplari uppgávu.