Har Bárður Dal Christiansen er, hendur okkurt, soleiðis hevur tað altíð verið og leygardagin er Bárður DC í Gallarí Havnará, har hann letur upp eina framsýning við nýggjum listaverkum.
Um tú leitar eftir júst røttu jólagávuni, ella um tú hevur tørv á at leggja jólastressið frá tær eina løtu, so er hetta høvið. Kom inn á gólvið í Gallarí Havnará, har fernisering er frá kl. 16.
Bárður hevur í ár brotið upp úr nýggjum, og nýggja framsýning er ein víðarimenning av nýggja listarliga úttrykkinum, og kann síggjast sum ein status dagføring á gáttini til eitt nýtt listaár.
Øll eru vælkomin.