Leygardagin 27. juni kl. 15.00 letur ein nýggj framsýning upp í Gallarí Havnará.
Umráðandi er at vera til tíðina, tí ferniseringin byrjar stundisliga við einari serligari skrá við framførslum frá kvinnukórinum Cantabile, orðum frá Bartali Augustinussen, live-setti við Silvurdrongi og Torleiki Mortensen og DJ-setti við Brynjolfi.
Skráin er umleið 40 minuttir.
Sjálvandi verður eisini okkurt gott til góman og í glasið. Øll eru hjartaliga vælkomin.










