Barnaansingin í Havn verður ókeypis næsta ár

Heldur Javnaðarflokkurin sítt lyfti, er Tórshavnar Býráð til reiðar at taka tað síðsta stigið

Tað er væl trúligt, at øll barnaansing í vøggustovum og í barnagørðum í Havnini verðir ókeypis longu næsta ár.

Tað varð staðfest á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í dag.

Í formansfrágreiðing síni vísti floksformaðurin, Aksel V. Johannesen, á, at flokkurin hevur sett sær sum mál at í longdini skal øll barnaansing verða ókeypis í Føroyum. Men longu næsta ár, skulu ansingargjøldini niður í helvt.

Aksel V. Johannesen, at útreiðslurnar til hetta skulu fíggjast við at alivinnan skal rinda gjald fyri rættin til at brúka firðir og sund til aling.

Og ein partur av inntøkunum av tí skal latast til kommunurnar, men tær skulu markast til at lækka ansingargjøldini niður í helvt.

Men á landsfundinum varð eisini ført fram, at vil landskassin fíggja tað, sum tað kostar at fáa ansingargjaldið niður í helvt, er Tórshavnar Býráð til reiðar at fíggja hina helvtina, so at øll barnaansing í Havn verður ókeypis.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, sigur, at barnaansingin hjá Tórshavnar Kommunu kostar 28 milliónir krónur um árið. her hugsar hann um útreiðslurnar til vøggustovur og barnagarðar.

Býráðið arbeiddi við ætlanini um at lækka gjaldið niður í helvt í ár. Men ætlanin varð slept, tá ið landið legði eldraøkið undir kommunurnar og tey vildu vita, hvussu tað tørnaði út.

- Men er landið sinnað at fíggja útreiðslurnar av at lækka barnagjaldið niður í helvt, er kommunan sinnað at taka málið upp aftur, so at barnaansingin í barnagørðum og vøggustovum verður heilt ókeypis, næsta ár, sigur Tróndur Sigurðsson.

Men tað krevst so, at Javnaðarflokkurin kemur í samgongu eftir løgtingsvalið, legði hann afturat.

Kortini staðfestir hann, at hóast landskassin ikki vil fíggja nakað av hesum, fer býráðið kortini at seta gjøldini niður í helvt.

Sostatt verða ansingargjøldini í minsta lagi settar niður í helvt, sigur Tróndur Sigurðsson.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, váttar at hetta er eitt mál, Tórshavnar Býráð arbeiddi við í fjør.

Les eisini: Barnaansingin skal verða púra ókeypis í Føroyum

Heðin Mortensen sigur, at hann tekur undir við ætlanini hjá flokkinum um at avtaka ansingargjaldið.

- Tað kann ikki vera betri, at vinnan er við til at rinda gjald fyri at sleppa at brúka firðirnar, sigur hann.

Hendir hetta, verða Førpyar helst fyrsta land í heiminum við ókeypis barnaansing og tað skulu vit fortelja øðrum, sigur borgarstjórin í Havn

- Hetta er ein frálíkur skattalætti, legði hann afturat.